Fótbóltur

Hallur Hansson og at spæla á hægri stigi

Håkan Ericson helt ikki, at tíðin var tann rætta at taka landsliðsliðformannin við hesaferð. Landsliðsvenjarin og Brandur Hendriksson settu orð á týdningin av, at føroyskir spælarar flyta seg.

- Hallur byrjaði tíðliga at venja og spæla aftur og vil ongantíð siga nei til minuttir. Vit hava so tikið avgerina at bíða við at taka hann í hópin aftur, segði Håkan Ericson. Hann tosaði eisini um týdningin av, at spælararnir fáa stórar avbjóðingar meira fast (Mynd: Sverri Egholm)

- Hallur byrjaði tíðliga at venja og spæla aftur og vil ongantíð siga nei til minuttir. Vit hava so tikið avgerina at bíða við at taka hann í hópin aftur, segði Håkan Ericson. Hann tosaði eisini um týdningin av, at spælararnir fáa stórar avbjóðingar meira fast (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-11 18:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt 72 A-landsdystir fyri Føroyar og byrjaði at spæla kappingardystir aftur í juli eftir krossbandsskaðan. Síðani hevur hartarbeiðandi miðvallarin spælt tólv dystir fyri KÍ, harav sjey evropeiskar dystir og ein oddadyst í Gundadali.

Síðsta mánadag var Hallur Hansson tó ikki á listanum, sum Håkan Ericson las upp. Tað var maðurin við 72 landsdystum, ið tá nýggi høvuðsvenjarin gav liðskiparabandið í 2020, heldur ikki í september.

Tað er eyðsæð, at Hallur Hansson skal finna aftur til hansara stig. Hann hevur eisini alment viðgingið, at tað hevur verið nakað afturgongd við kroppinum, orsakað av longu tíðina úti og fylgiskaðum, og at hann summar vikur hevur gjørt ov nógv av. Hetta segði Hallur við Portalin eftir fyrra dystin móti Sheriff Tiraspol, 24. august:

- Eg eri 31 ár men sum eitt lítið barn inni í. Havi vant ov hart og nógv - gjørt ov nógv av - og tað er skítbýtt. Eg skal vera, ja klókari.

[object Object]
Hallur Hansson í dysti fyri KÍ á Tórsvølli....(Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Hallur Hansson i móti Litava í juni í fjør - hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani til dystirnar tá. Skaðin hendi í september í 2022 (Mynd: Sverri Egholm)

Tó tykiskt tað heldur undarligt, at landsliðsliðformaðurin og royndi miðvallarin als ikki er í hópinum, nú hann er tøkur og helst eisini kann gera sín mun uttanfyri vøllin - eisini tá tað eru fleiri dømi um, at spælarar koma við landsliðnum, hóast teir als ikki hava spælt dystir í eina tíð: Millum annað Hallur sjálvur í 2021 tá hann einki felag hevði í fleiri mánaðir.

Tí spurdi Portalurin landsliðsvenjarin á dagsins tíðindafundi um støðuna viðvíkjandi Halli, og hvussu sviin sær uppá tað at fáa hann innaftur í hópin

- Hallur hevur eina heldur serstaka skrá í KÍ við at hann millum annað ikki venur hvørjaferð. Hugt verður uppá støðuna viku fyri viku, og onkutíð kann hann spæla og onkutíð ikki. Hann hevur jú havt ein álvarsaman skaða, sum Brandur her. Hallur byrjaði tíðliga at venja og spæla aftur og vil ongantíð siga nei til minuttir. Vit hava so tikið avgerina at bíða við at taka hann innaftur. So hyggja vit eisini eftir avrikinum. Hann arbeiðir hart og væl, men so er hann eisini í gongd við at venja seg við alt við bóltinum eisini...tann tekniska partin av spælinum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Skulu á hægri stig
Brandur Hendriksson Olsen var spælarin, ið var við á tíðindafundinum. Skálvíkingurin hevur í ár verið við at tryggja Fredrikstad uppflyting til bestu norsku deildina. Hon kom endaliga í hús sunnudagin, tá Brandur skoraði eitt av málunum.

- Tað er stórur munur á støðinum at koma upp í fremstu røð, og tað er stórur munur í næstbestu og bestu norsku deildini. Man noyðist at trýsta seg harðari hvørja viku. Fyri meg og Jóannes (Bjartalíð, red) er tað umráðandi, tað er nakað sum vit gleðast um, og tað kann vónandi síggjast aftur á landsliðnum. Eg haldi, at sjálvt um vit ikki hava so nógvar spælarar á landsliðnum nú, sum spæla á heilt høgum stigi, so hava vit nógvar heilt góðar spælarar, sum eru í menning.

Brandur tosaði eisini um uppflytingina og landsiðið í videosamrøðu við Portalin í gjár.

Sí eisini onnur video av Tórsvølli:
Shaki: - Nógv skal ganga upp í eina hægri eind
Mattias Lamhauge: - Skulu leggja uppá í álopskenda spælinum
Klæmint Andrasson: - Skulu royna at halda á mál hesaferð
Brandur Hendriksson: - Hetta er heilt fantastiskt

Vit spurdu Brand Hendriksson og Håkan Ericson um støðuna í landsliðshópinum, har ikki so nógvir spæla uttanlads (yrkisfótbólt), og at fáir spæla í fremstu deildunum.

- Eg setti eitt langtíðarmál, tá eg varð settur sum føroyskur landsliðsvenjari, um einaferð at hava 15 spælarar sum spæla uttanfyri Føroyar í hópinum - og fimm uttanfyri Norðanlond, um tað ber til. Eg haldi at tað er ógvuliga umráðandi, at spælarar spæla á so høgum stigi sum gjørligt. Tað fer at síggjast aftur í venjing og dystum, um fleiri føroyskir yrkisspælarar vera. 

Tó vildi landsliðssvenjarin ikki finnast at føroysku feløgunum. Hann setti eisini orð á KÍ og fyrimyndir:

- Eri væl nøgdir og glaður fyri arbeiði sum feløg og venjarar gera í Føroyum, men til dømis hevur KÍ summar dystir, har liðið ikki verður avbjóðað, tí tað er so sterkt. Tí hevur tað verið gott, at liðið kom so langt í Evropa og fær nógvar spennandi dystir. Eg vóni annars, at tað kann flytast rætta vegin. Føroyskir spælarar kunnu til dømis hava Brand og Bjartalíð sum fyrimyndir. 

Føroyar og Pólland spæla undankappingardyst í annaðkvøld klokkan 19.45.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar

Støðan eftir fimm umfør: 

1. Albania 10 stig
2. Kekkia 8 stig*
3. Moldova 8 stig 
4. Pólland 6 stig
5. Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri

[object Object]
Brandur Hendriksson Olsen var greiður, tá skálvíkingurin tosaði um tað, at hann og Jóannes Bjartalíð nú skulu spæla á hægri stigi. Hann hevur eisini verið gjøgnum drúgvan krossbandsskaða (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder