Fótbóltur

Føroyar skulu dystast við Spania í Gijón

Útidysturin ímóti spaniólum í komandi EM-undankapping verður spældur 8. september á El Molinón, har Føroyar eisini leikti´i 1997.

Spanska landsliðið til venjing á El Molinón undan einum HM-undandkappingardysti í 2017(Mynd: EPA)

Spanska landsliðið til venjing á El Molinón undan einum HM-undandkappingardysti í 2017(Mynd: EPA)

2019-02-05 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

11. oktober í 1997 minkaði Føroyar um munin stutt fyri hálvleik í HM-undankappingardystinum á El Molinón leikvøllinum. Tað var B36-leikarin Jens Kristian Hansen, sum við frálíkum málið fekk so at siga allar 30,000 áskoðarnar í Gijón at tiga. 

Føroyar taptu 3-1 tann dagin fyri yvir 21 árum síðanum, og tað var als ikki nakað vánaligt úrslit. Um sjey mánaðar fær liðið hjá Lars Olsen møguleika at royna seg á leikvøllinum í norður-vestara parti av Spania. Sunnukvøldið 8. september skal føroyska A-landsliðið hjá monnum í fótbólti upp ímóti sponsku heimstjørnunum í Gijón, sum liggur í Asturiunum. 

Vanligt er í fleiri londum, at leikvøllurin ið verður nýttur til heimavøll í einum givnum undankappingardysti, ikki verður kunngjørdur fyrrenn freistin at boða frá, hvar dysturin verður spældur, er farin. Freistin er fýra mánaðir undan dystinum, men í hesum førum hevur RTVE, sum er spanska kringvarpið, umframt heimasíðan hjá Sporting Gijón, boðað frá, at dysturin ímóti Føroyum í september verður leiktur á El Molinón. Spanska fótbóltssambandið hevur tó ikki váttað leikstaðið enn. 

Leikvøllurin ber alment heitið Estadio El Molinón-Enrique Castro "Quini" Hetta er til heiðurs fyri fyrrverandi stóráleyparan hjá Sporting, Quini, sum doyði í fjør og sum verður heiðraður til dystin ímóti Føroyum. 

Føroyar byrjað EM-undankappingina við útidystum ímóti Malta og Rumenia seinast í mars. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder