Fótbóltur

Spania - Føroyar: Til heiðurs fyri Quini

Føroyska landsliðið spælir í Gijón í september, har mest skorandi leikarin í søguni hjá Sporting verður heiðraður.

Quini, her fyri Barcelona í Copa Del Rey finaluni í 1981 ímóti Sporting Gijón
(Mynd: EPA)

Quini, her fyri Barcelona í Copa Del Rey finaluni í 1981 ímóti Sporting Gijón (Mynd: EPA)

2019-02-05 12:50 Author image
Agnar Prestá

Spanska kringvarpið, RTVE, og heimasíðan hjá Sporting Gjión skrivaðu undan jólum, at Sporting var komið ásamt við spanska fórbóltssambandið um, at EM-undankappingardystuin ímillum Spania og Føroyar 8. september verður leiktur á El Molinón í Gijón. Spanska fótbóltssambandið hevur ikki váttað hetta endaliga, men tað tykist vera heilt greitt, at Føroyar og Spania skulu dystast í Asturiunum; á sama leikvølli sum í 1997, tá Jens Kristian Hansen skoraði fyri Føroyar í 3-1 ósigrinum.

Les eisini: 
Føroyar skulu dystast við Spania í Gijón

Leikvøllurin í Gijón eitur nú alment: Estadio El Molinón-Enrique Castro "Quini" 
Fyrrverandi áleyparin Enrique Castro Gonzáleznevndur Quini, doyði fyri einum ári síðani, og dysturin verður til heiðurs fyri honum. 

Quini spældi í Sporting árini 1968-1979 og aftur frá 1984 til 1987. Tað gjørdist talan um 443 dystir og 231 dystir fyri felagið, sum  í løtuni spælir í næstbestu deildini. Hann er mest skorandi leikarin í søgu felagsins, og hevur arbeitt fyri Sporting Gijón eiftir sína leikarayrkisleið. 

Quini royndi seg í Barcelona í árunum 1980-1984. Har spældi hann 100 dystir og skeyt 54 mál. Millum annað skoraði hann tvey mál í Copa Del Rey finaluni í 1981, tá Barca vann 3-1 á Sporting Gijón. Quni skoraði eisini avgerandi málið í finaluni í Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1982. Áleyparin vann ongantíð La Liga við Barcelona; í 1981 varð hann kidnappaður og hildin fangi í 25 dagar av tveimum monnum. Hann varð tó bjargaður og alt spældi væl av.

Við landsliðnum luttók Quini í HM í 1978 og í 1982 á heimavølli, umframt EM í 1980. Tað gjørdist til 35 dystir og átta mál fyri Spania. Í februar í fjør doyði Quini orsakað av hjartasteðgi. Hann var 68 ár, og dagin eftir deyða hansara varð leikvøllurin uppkallaður eftir honum. Jarðarferðin hjá Enrique Castro Gonzalez varð eisini hildin har, og áleið 14,000 fólk vóru til staðar. 

Tað eru pláss fyri 29,000 áskoðarum Estadio El Molinón-Enrique Castro "Quini". Talan er um elsta professionella fótbóltsvøll í Spania (frá 1908).

placeholder
placeholder