Fótbóltur

Skála ÍF nýtt búmerki

Skála Ítróttarfelag kunngjørdi í gjár nýtt búmerki. Eisini er greitt, at nevndin heldur fram.

2023-10-20 18:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Starvsnevndin hjá Skála ÍF hevur arbeitt eina tíð við ætlanum fyri felagið næstu árini og sum liður av hesum var tilgongdin at endurskoða búmerki eisini sett í gongd.

Á nevndarvalinum í gjár varð nýggja búmerki kunngjørt og áhoyrarafjøldin upp á gott 40 limir tók sera væl ímóti hesum.

Tað er Sjúrður Højgaard, grafikari, ið hevur sniðgivið nýggja búmerki hjá felagnum.

Búmerkið er ein veðrur inni í einum skjøldri.

Eisini er greitt, at sama nevnd heldur fram. Øll starvsnevndin tók við afturvali.

Í nevndini sita Jóannes A. Prestá, Jógvan Andersen, Rókur V. Nilssen, Steingrím Jacobsen, Petur Anker Poulsen og Sveinur Ellefsen.

Í ungdómsnevndina vórðu valdar Jóna Evindsdóttir Zachariasen og Poula Dulavík Berg.

[object Object]Nýggja búmerkið hjá Skála Ítróttarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder