Elias Ellefsen á Skipagøtu skein í París

Hoyvíkingurin varð javnsettur toppskjútti fyri Kiel í stórdystinum í Champions League og hevði fleiri flott upplegg. Sí videohæddarpunkt her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-10-26 23:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann var kvikur og snildur og sá út sum ein stjørna á stóra pallinum í París. Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi fyri THW Kiel í stóruppgerðini í kvøld.

Kiel er oddalið í Champions League-bólkinum, millum annað takkað verið flottum uppleggum og góðum málum frá nummar 71. Elias varð dagsins maður móti Kielce fyri 15 døgum síðani, og aftur nú gjørdi 21-ára gamli føroyingurin bart.

PSG var á odda í steðginum og fleiri ferðir í 2. hálvleiki í tætta dystinum. Kiel fekk tó knógvað tí móti endanum - og Elias á Skipagøtu var ein av teimum, ið vísti vegin.

Tað endaði 28-34 í París. Elias á Skipagøtu skoraði sjey mál og var javnsettur toppskjútti hjá THW Kiel. Føroyski landsliðsspælarin smæðist harvið ikki burtur millum øll tey stóru nøvnini.

Sí videohæddarpunkt ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder