Hørður Askham og AB stóðu fyri veruligum skelki í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini í gjárkvøldið, ta Vejle Boldklub vitjaði. Liðið, sum liggur mitt á stigatalvuni í triðbestu donsku deildini, sendi liðið úr Superliguni út.
Gamaní er Vejle eitt av botnliðunum í fremstu deildini. AB legði seg á odda eftir korter, og tann leiðslan helt till 77. minutt, tá AB gjørdi sjálvmál.
Nakrar minuttir seinni varð Hørður Askham skiftur út. Havnarmaðurin hevði annars spælt væl í miðverjuni hjá heimaliðnum.
Gilli Rólantsson Sørensen spældi allan dystin á vonginum hjá Vejle. Talan varð um 120 minuttir og brotssparkskapping, tí einki mál kom í longdu leiktíðini. Í brotssparkskappingini vórðu fimm útav teimum fyrstu seks skotunum misnýtt, og eitt av teimum átti føroyingurin hjá Vejle.
Gilli er komin fyri seg eftir skaða og spældi 120 minuttir í Gladsaxe í gjár. Vongbakkurin úr Trongisvági brendi eitt brotsspark (Mynd: Sverri Egholm)
AB var stinnari til endans, og harvið varð talan um stórt kvøld fyri felagið úr Gladsaxe frammanfyri beint omanfyri 1.000 áskoðarum. Hørður og AB eru í fjórðingsfinaluni. Tað er ikki greitt enn, hvat mótsstøðuliðið verður, men har verur talan um tveir dystir. Teir verða spældir fyrra helming av desember.
Gilli og Vejle skulu hugsavna seg um botnstríðið í Superliguni. Fýra dystir eru eftir áðrenn vetrarfrítíðina. 31-ára gamli tvøramaðurin var ikki á A-landsliðnum seinast, tí hann var skaddur. Tað hevði verið óvæntað, um ikki bæði Gilli Rólantsson og Hørður Askham verða millum nøvinini, ið Håkan Ericson lesur upp mánadagin, tá hópurin til dystirnar í Noreg og Albania verður úttikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald