Fótbóltur

Video:- Skulu helst vinna her fyri at koma víðari

Teir á mótsstøðuliðnum síggja út til at stríðast nakað við sjálvsáliti í løtuni. Eg skal finna røttu samansetingina, og vit skulu avrika sterkt - betri enn í fyrra dystinum - sigur Magne Hoseth í Slovenia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-08 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): Hann er væl nøgdur við fyrireikingartíðina, heldur at hetta er góður møguleiki hjá nøkrum spælarum at av álvara prógva seg, og at KÍ skal avrika uppaftur betri enn í 3-0 sigrinum á Olimpija Ljubljana fyri at sigra aftur.

Sí eisini: 
Veddingarfyritøkurnar vænta at tað fellur til slovensku meistararnar nú
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen: - Vænta at teir koma við einum aftursvari

Hoyr Magna Hoseth seta orð á slovensku mótsstøðuna, ætlanina hjá honum og KÍ umframt støðuna í Conference League-bólkinum, har trý umfør er eftir.

Portalurin fekk orð á norska høvuðsvenjaran hjá KÍ undan kvøldsins venjing á slovenska tjóðarleikvøllinum, har liðini bresta saman í annaðkvøld klokkan 20.

Video: Egin Tollaksson Kass

[object Object]
Hann dugir framvegis heilt væl við bóltinum - norski høvuðsvenjarin hjá KÍ tykiskt sum vanligt púra róligur undan stórari uppgávu (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Sí fleiri myndir úr Slovenia her

Shaki verður ikki við í Slovenia
KÍ hevur tapt tríggjar teir seinastu evropeisku útidystirnar
Fyrireikingardagur í Ljubljana

UEFA Europa Conference League, bólkur A:


4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder