Stutt fyri kappingarenda longdi Víkingur samstarvið við dugnaliga høvuðsvenjaran Jóhan Petur Poulsen, og stutt eftir kappingarenda hava bæði Geza David Turi og Olaf Bárðarson eisini skrivað undir nýggjan sáttmála - tveir ungir evnaríkir spælarar sum stórur áhugi hevur verið fyri.
Nú hevur ein royndir og ógvuliga virðsmiklu spælarunum fyri Víking eisini gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Tað boðar Víkingur frá í dag.
- Týdningurin av einum leikara sum Sølva er trupul at seta orð á. Ein leiðari, sum gonguongur á odda og sum vísir veg fyri okkara ungu leikarum, og so er hann eisini sera trúfastur. Sølvi hevur einans umboða LÍF og Víking, hóast nógv tilboð aðrastaðni frá. Ein stór fyrimynd fyri okkara ungu leikarar
Sølvi Vatnhamar og Geza Turi hava skrivað undir nýggjan sáttmála (Mynd: Sverri Egholm)
Sølvi Vatnhamar er júst vorðin toppskjútti í Betrideildini annað árið á rað, og liðið hevur fingið sivurkrónurnar annað árið á rað. Serliga hevur seinna hálva eydnast heilt væl hjá Sølva og Víkingi. Liðið hevur vunnið allar dystirnar eftir summarsteðgin og skal næsta ár royna at byggja uppaftur meira uppá. Tað verður eisini við álopskenda landsliðsmiðvallaranum, sum hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála
- Tað sigst at Sølvi eldist sum vín, so hóast hann er 37 ára gamal, so ivast vit ikki í, at hann hevur nógv afturat at geva okkara felagið, skrivar Víkingur á síðu sínari.
Sølvi Vatnhamar hevur spælt yvir 450 dystir fyri Víking. Hann hevur vunnið Løgmanssteypið seks ferðir og Betrideildina tvær ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald