Fótbóltur

Video: - Vit hava ikki rokkið okkara málum í ár

Júst hví er tó ilt at siga, heldur Sølvi Vatnhamar, ið staðfestir, at tað bylgjar aftur og fram á landsliðnum. Royndi leirvíkingurin setur eisini orð á støðuna hjá Víkingi og møguliga fleiri Víkingar á landsliðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-15 16:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Føroyska A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg í løtuni til venjingardyst móti Noreg. Í tí sambandi fingu vit orðið á tríggjar landsliðsspælarar á gistingarhúsinum í Oslo.

Les eisini: Nýggjur møguleiki í Noreg

37-ára gamli Sølvi Vatnhamar skrivaði í síðstu viku undir nýggjan tvey-ára sáttmála við Víking. Toppskjúttin í Betrideildini byrjaði við at seta orð á góðu gongdini hjá felagið sínum og hugdi bjartskygdur fram ímóti næsta ári.

Í samrøðu við FM1 beint eftir ársins síðsta dyst hjá Víkingi vísti Sølvi Vatnhamar á, at tað eigur at síggjast aftur í landsliðsúttøkum, at Víkingur stendur seg so væl. Vit spurdu nærri inn til hetta.

- Hetta var mest eitt herðaklapp til nakrar liðfelagar, sum gera tað óluksaliga væl. Tað blivu ikki fleiri úttiknir hesaferð, men trúgvi at fleiri fara at spæla fyri Føroyar í framtíðini, um teir hart arbeiða víðari.

Hvussu sær Sølvi so uppá landsliðsárið, har Føroyar hava eitt stig fyri sjey dystir, og har liðið bert hevur skorað tvey mál.

- Hetta er langt undir tað málið, sum vit settu okkum fyri árið. Vit ásanna, at úrslitini ikki hava verið har(…) tað hevur bylgjað aftur og fram í mínari tíð á landsliðnum. Men tað er altíð stórt at umboða Føroyar. Í støðuni vit eru í, hyggja vit eitt sindur fram til næsta ár, og vit vóna at “tað byrjar” við einum góðum dysti í morgin.

Hoyr alla samrøðuna ovast.

Venjingardysturin í Oslo byrjar klokkan 17 í morgin, hósdagin 16. november. Kringvarpið stroymir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder