Oslo, Noreg (Portalurin): Norsku áskoðararnir vildu hava mál frá heimsstjørnuni Erling Braut Håland. Tað var týðiligt, og tað var eisini ógvuliga nær við heilt ímóti endaum, tá City-áleyparin kastaði seg fram till innlegg men jústi ikki fekk beint bóltin í føroyska málið. Håland varð liggjandi við pínu, men kom tíbetur uppaftur. Hann spældi allan 2. hálvleik.
Noreg hevði annars ikki nakað skot á føroyska málið eftir steðgin. Eftir tungt trýst fyrstu løtuna mentist føroyska liðið, sum eisini var nógv við undirlutan fyri steðgin. Samlaða verjuspælið var betri, og tað eydnaðist heilt væl at fáa René Shaki Joensen inn á sentrala miðvøllin, og eisini at koyra Gunnar Vatnhamar aftur í verjuna. Jákup Biskopstø Andreasen og Jóannes Bjartalíð gjørdu eisini mun, og Petur Knudsen kom heilt væl frá tí sum einsamallur fremsti maður.
Les meira um fyrra hálvleik her
Mynd: Sverri Egholm
Erling Håland kom á vøllin til 2. hálvleik - stjørnuáleyparin fekk tó einki mál (Mynd: Sverri Egholm)
Petur hevði góða skotstøðu seint í dystinum, tá Shaki eisini rakti stongina úr spískum eftir gott álop. Jalig tekin, men Noreg var eisini farið nakað niður í ferð, og tað sá út sum tað, sum tað var: Ein venjingardystur.
Ymiskt gott er at taka við, men byrjanin uppá dystin og dystarmyndin fyrstu 55 minuttirnar var ikki ikki nóg góð í føroyskum eygum.
Næsta uppgáva er í Albania mánakvøldið. Talan er um seinasta dystin í EM-undankappingini.
Venjingardystur
Ullevaal, hósdagin 16. november
Noreg - Føroyar 2-0 (2-0)
3' Jørgen Strand Larsen 1-0
24' Oscar Bobb 2-0
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Andrass Johansen (46' Jóannes Bjartalið), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (46' René Shaki Joensen), Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Biskopstø Andreasen, Petur Knudsen, Mads Boe Mikkelsen og Hanus Sørensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald