Fótbóltur

Video: - Eyka motivatión at spæla móti slíkum stórum spælarum

Áleyparin í fyrra hálvleiki var truplari at handfara enn Håland í dag, sigur Odmar Færø, sum endaði við blusini hjá norsku stjørnuni. - Ógvuliga tungt í fyrra hálvleiki men kennist tryggari eftir steðgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-16 21:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt eina rúgvu av dystum fyri KÍ og Føroyar í ár, og seinastu mánaðirnar hevur hann millum annað stríðst við Robert Lewandowski og Erling Håland.

- Eg dekkaði hann upp so at siga allan 2. hálvleik, so tað var nátúrligt at vit býttu um blusu(…) kanska eyka motivatión at spæla móti slíkum spælarum, men í kvøld var truplari at spæla móti hinum norska áleyparanum.

Jørgen Strand Larsen skoraði  móti Odmari Færø og Føroyum næstan beinanvegin, og Celta Vigo-áleyparin kundi fingið okkurt mál afturat. Odmar Færø viðurkennir, at tað var ógvuliga tungt í fyrra hálvleiki, og at man vardi ikki nógv væl í samband við norsku málini.

Í øðrum hálvleiki fór leikferðin niður og tað kendist tryggari - nú fara Føroyar eftir stigum í Albania, har ársins síðsta uppgáva verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder