Fótbóltur

Myndir: Føroysku fyrireikingarnar í Tirana

Føroyska A-landsliðið vandi fyri løtu síðani í góðum umstøðum á grasinum hjá albanska fótbóltssambandinum. Spælt verður mánakvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-18 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin): Mánakvøldið spælir føroyska A-landsliðið við monnum seinasta dystin í ár. Tað er samstundis seinasti dystur hjá Føroyum í hesari undankappingini.

Úrttøkan higartil hevur verið soltin: Seks tap og ein javnleikur, bert tvey skotin mál og fáir málmøguleikar. Føroyar hava eisini tapt báðar venjingardystirnar - uttan at skora.

Hetta viðurkenna venjarar og spælarar, og tað er heilt víst nakað, ið arbeitt verður við.

Í dag vandi liðið eisini eina løtu at rudda burtur í brotsteignum. Tá taktisku fyrireikingarnar á vøllinum í Tirana byrjaðu, sluppu føroysku miðlarnir ikki longur at vera til staðar, og vóru tveittir út.

Sí myndir frá fyrsta partinum av venjingini her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder