Video: - Eri ikki so hástórur at eg ikki kann viðurkenna mínar veikleikar

Tað sigur metmálskjúttin á føroyska landsliðnum, sum ikki hevur spælt so nógv í málfátæka árinum. - Eg og Jóan Símun hava ymiskar dygdir, viðurkennir Klæmint Olsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-11-18 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin): Eitt stig mánadagin hevði verið ein fínur endi uppá árið.

Hetta segði Klæmint Andrasson Olsen undan fyrstu føroysku venjingini í albanska høvuðsstaðnum, sum var seinnapartin.

Áleyparin viðurkendi, at Føroyar millum annað hava havt trupult við at skapa málmøguleikar í ár, at hann sjálvur hevur onkrar veikleikar, ið ávirka spælitíðina. Maðurin við tíggju A-landsliðsmálum er eisini sum so samdur í tí, sum Håkan Ericson segði við Frihedsbrevet herfyri: At Føroyar ikki eiga ein fullfíggjan áleypara til at spæla einsamallur fremst

- Tað dugi eg væl at síggja. Jóan Símun eg ógvuliga dugnaligur at hava bóltin (“halda fast í honum”), meðan vit aðrir ikki hava somu dygdir har. Jóan Símun skorar kanska ikki so nógv, og eg eri meira ein boksspælari.

33-ára gamli rituvíkingurin er ikki ov hástórur og skilur og góðtekur, at hann ikki er eins fastur sum fyrstu tíðina undir verandi venjaratoymi.

[object Object]

Klæmint Andrasson Olsen viðurkennir eisini, at Føroyar í Albania skulu betra um nógv, í mun til venjingardystin Oslo hósdagin, men at ymiskt jaligt frá seinasta hálva tímanum kann takast við.

Til síðst setur áleyparin orð á serstøku tíðina í Breiðablik, nú hann vendir nøsini heim til NSÍ aftur. Sáttmála- og persónlig viðurskifti gera, at Klæmint ikki spælir tvey seinastu umfarini í Conference League-bólkaspælinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder