Fótbóltur

Myndir: Seinasta føroyska venjingin í ár

Tað verður fullsett á Air Albania leikvøllinum í annaðkvøld, tá albanar skulu fegnast um EM-plássið. Føroyar leita eftir málum og stigum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-19 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tirana, Albania (Portalurin): Fyri løtu síðani hevði føroyska A-landsliðið við monnum sína seinastu venjing í 2023. Tað var á flotta Air Albania (Arena Kombetare), har yvir 20.000 albanar í morgin fara at hátíðarhalda EM-plássið.

Albania fer allarhelst at vinna okkara bólk - Føroyar fara at enda langt aftast. Tað tykiskt tó sum dysturin í morgin hevur nógv at siga fyri føroysku sjálvskensluna.

Tað er eingin ivi um, at Føroyar skulu vísa nakað annað enn í fleiri dystum í ár. Serliga í spælinum frameftir. Síðani dystin móti júst Albania á Tórsvølli 20. juni hava Føroyar ikki skorað og næstan ikki rakt málið - tað eru fimm dystir farnir.

EM-undankappingardysturin millum Albania og Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 í morgin. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Tiðindafundur var áðrenn almennu venjingina á snøgga leikvøllinum í dag - sí myndir niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder