Jóan Símun Edmundsson fekk lagt fyrsta trýstið væl i Tirana, og toftamaðurin var við at fáa føroyska liðið at hava bóltin og skapa støður.
Tað kundi tó verið við meira skerpni, staðfestir 32-ára gamli álopskendi spælarin. Hann rósar avrikinum og liðfeløgunum aftanfyri seg - millum annað beiggjanum Andriasi Edmundsson í miðverjuni.
Jóan Símun setur orð á týdningin av javnleikinum sum puktum fyri tunga átið
Hann hyggur eisini frameftir. Seinastu mánaðirnar hevur Jóan Símun Edmundsson spælt fyri KA í Íslandi. Sáttmálin gongur nú út; hann vil halda fram uttanlands og vera yrkisspælari og hyggur uppá møguleikarnar.
Sí eisini: Håkan: Hetta var besta avrikið í ár
Sí eisini: Bárður á Reynatrøð: Ein stór uppliving og kundu gott vunnið
Sí eisini: Myndir: Albania - Føroyar
Les eisini: Føroyar fingu fyrsta stigið síðani í fyrsta umfari
EM-undankapping bólkur E - síðsta umfar
Air Albania leikvøllurin, 20. november
Albania - Føroyar 0-0 (0-0)
Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge (34' Bárður á Reynatrøð) - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalið, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen (63' Sølvi Vatnhamar) - Jóan Símun Edmundsson (86' Pætur Petersen)
Venjari: Håkan Ericson
Áskoðaratal: 22,500
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald