Fótbóltur

City og Tottenham skulu svara aftur

Eftir sigurin hjá Liverpool í gjár, er trýstið aftir á Tottenham og Manchester City, ið bæði eru á heimavølli í dag.

Tað kann gerast ein ógvuliga tættur dystur, tá Chelsea er á vitjan hjá City í dag. Kante og co. vunnu seinast liðini hittust(Mynd: EPA)

Tað kann gerast ein ógvuliga tættur dystur, tá Chelsea er á vitjan hjá City í dag. Kante og co. vunnu seinast liðini hittust(Mynd: EPA)

2019-02-10 11:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir eru á skránni í Premier League í dag, og teir kunnu fáa stóran týdning í oddastríðnum: 

13.30: Tottenham - Leicester 
16.00: Manchester City - Chelsea

Liverpool kom aftur á vinnarakós í gjár eftir tveir javnleikir og tvey avrik undir væl undir miðal. Liðið hjá Klopp vann í gjár trygt á Anfield. Harvið tók Liverpool oddasessin frá City aftur. United vann eisini tryggan sigur og Solskjær, Pogba og co. og Arsenal leggja trýst á Chelsea í stríðnum um 4. plássi.

Í botnstríðnum vunnu Cardiff og Burnley sera týdningarmiklar sigrar á útivølli.

Úrslitini í gjár:  
Fulham - Manchester United 0-3
Crystal Palace - West Ham 1-1 
Huddersfield - Arsenal 1-2
Liverpool - Bournemouth 3-0
Southampton - Cardiff 1-2
Watford - Everton 1-0
Brighton - Burnley 1-3

Tottenham skal fyrst í eldin í dag, tá Leicester er á vitjan. Tað er framvegis uttan Kane og Alli, og tað hevur ikki verið so sannførandi hjá Tottenham seinastu vikurnar, men stigini eru komin í hús - í trimum teimum seinastu dystunum hevur liðið hjá Pochettino avgjørt dystin í seinastu tíggju minuttunum. Harvið er Tottenham væl við í oddastríðnum

Tìðliga í desember gjørdist Chelsea fyrsta liðið til at vinna á meistarunum í Premier League. Hetta var byrjan til ein niðurtúr hjá City, ið førdi við sær, at Liverpool fekk yvirtakið í oddastríðnum. Tað er tó eitt ógvuliga tætt stríð um meistaraheiti, tí Manchester City kann leggja seg aftur á odda í dag, um tað hesaferð eydnaðst at koppa Chelsea.

Liðið hjá Guardiola hevur leikt ein framskundaðan dyst, og fyrimunurin við tí er, at tað allatíð er møguligt hjá leggja Liverpool undir eitt trýst. Sarri og Chelsea eru í einari ringari gongd, men talan er um eitt lið, sum kann geva City høvuðbrýggj á Etihad í dag, um serliga Hazard fær sítt spæl at koyra. Lagt er upp til ein spennandi dyst.

Støðan undan dagsins dystum: 

1

Liverpool 

 

65 stig

2

Manchester City 

 

62 stig

3

Tottenham Hotspurs 

 

57 stig

4

Manchester United

 

51 stig

5

Chelsea

 

50 stig

6

Arsenal

 

50 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

37 stig

9

Everton *

 

33 stig

10

West Ham

 

33 stig

11


AFC Bournemouth

 

33 stig

12

Leicester

 

32 stig

13

Crystal Palace

 

27 stig

14

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

15

Burnley

 

27 stig

16

Cardiff

 

25 stig

17

Newcastle

 

24 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

* Leikt ein dyst fleiri


  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder