Tað skal ikki vera kuldi, sum ávirkar Conference League-dystin hjá KÍ móti Slovan Bratislava hóskvøldið.
Norðlýsið veit í dag, at hitaannleggið á Tórsvølli verður tendrað í dag og verður frá til dysturin er spældur hóskvøldið.
Hetta er ein íløga sum kanska kostar einar 100.000 kr., men hetta tryggjar, at eingin vandi verður fyri, at dysturin ikki kann spælast, skrivar Norðlýsið.
Dysturin millum KÍ og Slovan Bratislava verður bríkslaður í gongd hóskvøldið kl. 17:45.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Tvey lið koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald