Hann hevur leingi verið ein av vandamiklastu álopskendi spælarunum í Føroyum. Málstig (mál og upplegg) vanta so at siga ongantíð hjá nú 31-ára gamla vonginum úr Saltangará. Ikki í barndómsfelagnum NSÍ, í B36 og síðstu trý árini í KÍ. Árni Frederiksberg hevur verið lyklaspælari í Klaksvík, har trý FM-heitið á rað eru komin í hús. Hann gjørdist eisini ársins spælari í Føroyum í 2021.
Nummar sjey hevur eisini tikið bergtikið Evropa við sínum dygdum í ár – serliga við frálíka skotteknikkinum. Vinstra beinið og stóra spælskilið, umframt snildni, hjá Árna er ein av heilt stóru orsøkunum til, at KÍ er komið so langt. Hann skoraði fimm mál og legði upp til tvey í fyrstu fimm evropeisku dystunum hjá KÍ í summar, og Árni Frederiksberg gjørdist toppskjútti í allari Champions League-undankappingini.
Árni Frederiksberg skoraði bæði málini í sigrinum á Molde í august... (Mynd: Sverri Egholm)
...og legði upp til tvey mál móti Ljubljana í síðsta mánaða. Nummar sjey hevur verið ein støðug hóttan fyri mótsstøðuliðini hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Síðani frálíku málini í flotta 2-1 sigrinum á Molde á Tórsvølli í august, hevur Árni ikki skorað í Evropa. Hann hevur tó lagt upp til fýra av teimum seks evropeisku málunum, ið KÍ hevur fingið síðani: Øll við frálíkum innleggum við vandamikla vinstra beininum. Samanlagt eigur stjórin á Kjølbro seks mál og seks upplegg í evropeiskum dystum í 2023. Tað eru tólv málstig, og KÍ hevur samanlagt 14.
Hósdagin fer liðið hjá Magna Hoseth á vøllin uttan Árna Frederiksberg. Hann hevur næstan spælt fulla tíð í Evropa í ár, men til lykladystin móti Slovan Bratislava á Tórsvølli hevur vandamikli vongurin leikbann. Í 2-0 tapinum í Ljubljana gjørdist hann fyrsti føroyingur nakrantíð, sum fekk reytt kort í einum dysti í evropeiskum bólkaspæli. Talan var um ógvuliga ivasama avgerð. Tað sá út til, at tað eins væl kundi verið dømt fríspark til KÍ í støðuni í 2. hálvleiki, tí Árni varð stemplaður.
Árni og liðfelagarnir alt annað enn nøgdir við avgerðina í Slovenia, tá støðan framvegis var 0-0 (Myndir: Aleksandar Djorovic)
Sí eisini: Árni: - Haldi eg átti frísparkið - ikki hann
Evropeiski toppskjúttin í ár noyðist tó at sita á áskoðaraplássunum á Tórsvølli, og so liggur álopsbyrðan á øðrum. Páll Klettskarð, René Shaki Joensen og Jákup Biskopstø Andreasen skoraðu seinast á Tórsvølli (Ljubljana, 3-0). Tá stóð Árni Frederiksberg fyri tveimum av uppleggunum eftir skørp innlegg. Luc Kassi hevur verið við í trimum av teimum 14 málunum hjá KÍ í Evropa í ár og kann verða ein lykil. Spurningurin er eisini, hvør tekur sær av deyðbóltunum hjá KÍ, nú nummar sjey ikki fær skotið ella kastað.
KÍ og Slovan Bratislava spæla hósdagin klokkan 17.45 á Tórsvølli. Ein sigur er sum so eitt krav hjá føroyameistarunum, um vónin um víðari luttøku skal liva áðrenn síðsta umfar.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig
Tvey lið koma víðari
Sí eisini: Slovan stendur sum favorittur til uppgerðina hósvkvøldið
Sí eisini: KÍ tekur ongan kjans við kuldanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald