Fótbóltur

Úlvarnir taka ímóti Newcastle í kvøld

Ein dystur verður spældur í Premier League í kvøld.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-11 15:02 Author image
Ari av Rana

Seinasti dysturin í hesum umfarinum í Premier League verður spældur í kvøld, tá Newcastle fer á vitjan hjá Wolverhampton Wanderers.

Meðan uppflytararnir úr Wolves hava tikið øll á bóli og er tað fremsta liðið í deildini undantikið liðini, sum eru kend sum “the big six”, so stendur verri til hjá Newcastle. Felagið úr Norðuronglandi liggur á 17. plássi, bert málmunin yvir niðurflytingarstrikuni.

Wolves eru í einum góðum tíðarskeiði í løtuni, nú felagið hevur vunnið tríggjar teir seinastu dystirnar. Newcastle hevur tó eisini staðið seg eitt sindur betri enn fyrr á árinum og hevur felagið vunnið tveir av seinastu trimum dystunum.

Dysturin í kvøld verður spældur kl. 20