Fótbóltur

- Manchester United var til grin

Leikararnir eru nógv betri nøgdir við nýggja venjaran.

2019-02-11 18:27 Author image
Ari av Rana

Verjuleikarin hjá Manchester United, Phil Jones, sigur nú, at liðið var til grin tá Jose Mourinho var venjari.

Phil Jones heldur eisini, at lagið er broytt fullkomiliga, og at øll nú taka Manchester United av álvara.

Ashely Young sigur at nýggi venjarin, Ole Gunnar Solskjær, minnir nógv um Alex Ferguson. Á sama hátt sum Ferguson er Solskjær ikki bangin fyri at rópa og skelda leikararnar, tá brúk er fyri tí, men allir hava virðing fyri honum.

Paul Pogba hevur eisini sagt, at Solskjær hevur sjálvur eina so stóra gleði fyri spælinum, at tað smittar av uppá leikararnar, og at hesir av tí sama spæla nógv betri.

placeholder
placeholder