SSV Brixen og VÍF hittust í kvøld í fyrra European Cup-dystinum av tveimum, sum verða leiktir í Vestmanna um vikuskiftið.
Italska Brixen var favorittur undan dystinum, men stóran part av dystinum var VÍF eitt og tvey mál framanfyri. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-18.
Tað endaði tó við at Brixen fór avstað við sigrinum 37-35.
Filip Jojic gjørdist toppskjútti við heili 17 málum.
Í morgin klokkan 17 fær VÍF møguleikan at svara aftur, tá liðini hittast í seinna dystinum.
Hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at evropahondbóltur er í Vestmanna aftur.
Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald