Hondbóltur

Skráin fyri hálvfinalurnar er til reiðar

Hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða avgjørdar innanfyri komandi vikuna. Seks ymisk feløg eru umboðaði.

Kyndil og Stjørnan hittast í hálvfinaluni hjá kvinnum(Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil og Stjørnan hittast í hálvfinaluni hjá kvinnum(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-11 17:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum vórðu seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini leiktir. Hjá monnum vórðu vestmenningar ov stuttir í dystunum við KÍF og H71. Hjá kvinnum spældi Stjørnan seg víðari við sigri í høvuðsstaðnum í gjár og sendi harvið Neistan út.

Tey átta liðini eru nú til reiðar til fyrru hálvfinalurnar, ið verða leiktar mikukvøldið og hóskvøldið. Seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Tað er gjørt á tann hátt, at tveyararnir úr bólkaspælinum byrjað á heimavølli, og vinnarin av bólkinum hevur heimavøll sunnudagin.

Mikudagin 13.02:
Fyrru hálvfinalurnar - kvinnur

19.00: H71 - VÍF
          Stjørnan - Kyndil

Hósdagin 14.02: 
Fyrru hálvfinalurnar - menn

20.00: KÍF - Neistin *
          Kyndil - H71

* Er fluttur til Kollafjarðar

Sunnudagur 17.02: 
Seinnur hálvfinalurnar - kvinnur

14.00: Kyndil - Stjørnan
           VÍF - H71
          
18.00: H71 - Kyndil
          Neistin - KÍF

Uppdaterað 19.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder