Fótbóltur

Samba í Gundadali

25-ára gamli vinstrabeinti vongurin úr Gambia hevur tvey tey seinastu árini spælt 47 dystir við B68. Nú skiftir Mohammed Samba til HB.

Mohammed Samba fær nú heimavøll í høvuðsstaðnum. Hann hevur gjørt sáttmála við HB og skal vera eitt vápn í álopspartinum hjá steypavinnarunum og millum annað royna seg í grannauppgerðum móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Mohammed Samba fær nú heimavøll í høvuðsstaðnum. Hann hevur gjørt sáttmála við HB og skal vera eitt vápn í álopspartinum hjá steypavinnarunum og millum annað royna seg í grannauppgerðum móti B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-13 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samba de B36 plaga tey at syngja í sunnara enda av Gundadali, men tað er felagið, ið hoyrir heima í norðara húsinum, sum nú hevur gjørt sáttmála við Mohamed Samba.

Hann kom til føroyskan fótbólt á vetri í fjør, og tá øll loyvini vóru komin uppá gjørdi hann stóran mun í væleydnaðu bjargingarroyndini hjá B68. Samba skoraði sjey mál í 19 dystum í 2022 - harav seks í dystum sum liðið hjá Jákupi á Borg vann. Hann legði eisini upp til fleiri mál og skapti órógv hjá mótsstøðuverjum við serliga sínari ferð og dribblingum.

Vinstrabeinti vongurin úr Gambia hevði eitt eins gott kappingarár í ár, men serliga álopskendu dygdirnar eru eyðsýndar. Umframt hetta er hann arbeiðssamur. HB hevur havt eyga á Mohamed Samba, og í gjárkvøldið varð sáttmáli kunngjørdur millum partarnar fyri 2024.

Harvið kemur Samba inn í hópin hjá Adolfo Sormani, sum við toymi skal royna at flyta HB upp á tindin aftur í Betrideildini. 

25-ára gamli Mohamed Samba var á vøllinum fyri B68, tá HB vann steypafinaluna á Tórsvølli fyrst í síðsta mánaða. Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt samanlagt 47 dystir og skorað ellivu mál í føroyskum fótbólti.

[object Object]Nýggjasti HB'arin kunngjørdur (Mynd: Havnar Bóltfelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder