Lille, Frakland (Portalurin): Fyri lítlari løtu síðani hevði KÍ sín tíðindafund her á Stade Pierre Mauroy, sum er nakað frá miðbýnum. Har var nærliggjandi hjá okkum at spyrja høvuðsvenjaran hjá KÍ um eitt ávíst evni.
Í gjárkvøldið hevði norska TV2 eina heilt nýggja søgu. Sambært keldum hjá stóra norska miðlinum høvdu nakrir persónar ovarliga í felagnum IK Start havt samtalur við Magna Hoseth um høvuðsvenjarastarvið í felagnum, sum endaði á 5. plássið í OBOS-deildini í fjør.
Hetta skal vera farið fram uttanum ítróttarstjóran hjá Start, har nakað av órógvi er. Eins og Magne Hoseth, hevur Sindre Tjelmeland sáttmála fyri 2024. Søgan gongur uppá, at venjarin hjá KÍ møguliga skiftir og harvið avloysir Tjelmeland í sessinum í Start
Til ber at lesa alla søguna her
Sí eisini: Seinasti dansurin verður í Fraklandi
Hetta er tó ikki ein sonn søga - íhvussu er ikki ein, har Magne Hoseth kennir seg aftur í øllum upplýsingunum. Tað staðfesti 43-ára gamli norski venjarin.
- Eg veit ikki hvar hendan uppblásta søgan um Start og meg kemur frá. Eg veit, at samskifti hevur verið við mín umboðsmann - Start hevur líka loddað dýpið hjá honum, og TV2 spurdi hann um viðmerking - men ikki meira enn tað. Eg hugsavni meg bara um KÍ, og nú er tað uppgávan í morgin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Spurningurin frá Portalinum til norska venjaran var, um hann kundi fyrihalda seg til hetta, og um tað veruliga er so, at uppgerðin móti Lille í morgin, møguliga verður hansara seinastu á síðulinjuni fyri KÍ
- Tað nógv mest sannlíka er, at hetta ikki verður mín seinasti dystur sum venjari hjá KÍ. Eg havi verið í yrkisfótbólti síðani eg var 17-ára gamal – sum spælari og síðani sum venjari – og eg havi hoyrt uppá leysasøgur og falskar leysasøgur síðani. Men hetta er ikki nakað, sum eg hugsi um.
Harvið bendir íhvussu er lítið á, at Magne Hoseth skjótt verður í einum starvi í Kristiansand. Nú hugsar hann um, at KÍ skal enda árið so væl sum gjørligt.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
Hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Sí eisini:
KÍ' arar venda snútan móti Lille
Ferðadagur og fyrireikingar í Fraklandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald