Lille hevur havt eitt skot á mál móti einum hartarbeiðandi og vælskipaðum KÍ-liði. Hetta hevur tó verið nóg mikið hjá heimaliðnum í mun til at vera á odda eftir fyrra hálvleik í 6. umfari í Conference League-bólkaspælinum.
Í 28. minutti varð brotsspark dømt móti Odmari Færø. Ársins verjuspælari og ársins landsliðsspælari var óneyðuga ágangandi og heldur óheppin, tá hann líka traðkaði á Lille-leikara, ið vendi móti málinum beint innanfyri brotssteigin. Tunt, men helst í lagið, og Yusuf Yazici var eirindaleysur úr ellivu metrum.
Mynd: Sverri Egholm
Leiðslan hjá Lille er tó ikki í tráð við leikgongdina. Gamaní rakti bólturin KÍ-stongina í 2. minutti í samband við hornaspark. Annars eru tað teir í bláum og hvítum, ið hava havt málmøguleikarnar.
Fyrst fann Sivert Gussiås væl Árna Frederiksberg, eftir at norðmaðurin hevði vunnið nærdyst í kontraálopi. Vito Mannone bjargaði tó skotroyndini hjá 7'aranum, ið hevur gjørt stóran mun fyri KÍ í kvøld.
Løtu seinni endaði bólturin við frálíka vinstra beinið hjá púra fríum Vegard Forren í samband við innkaststøðu, men aftur var Mannone fyri skotið, ið var hart men ikki nóg uttarliga.
Bólturin endaði eisini á Lille-yvirleggjaran í samband við hornasparksstøðu, tá heimaliðið ikki fekk ruddað bóltin burtur, og Heini Vatndal fekk høvdið á bóltin. Uppá ein annan deyðbólt var Odmar nær við at flukta bóltin í franska málið.
Heinir Vatnsdal var ógvuliga nær við at javna fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Mynd: Sverri Egholm
Sivert Gussås hevur eisini havt góða skotstøðu, og Árni Frederiksberg eitt fínt beinleiðis fríspark á mál. Tvær ferðir, tá Lille hevur bygt upp í egna brotssteigi, hevur KÍ fangað bóltin, og tað hevur verið um reppið at gerast heilt vandamikið.
Lille hevur havt bóltin væl meira, men teir hjá KÍ hava torað at spælt og hava skapt ovmikið av góðum støðum til at skora. Føroyameistararnir eru framvegis við í dystinum, og higartil bendir nógv á, at teir kunnu fáa nakað burturúr.
UEFA Europa Conference League, bólkur A
6. og seinasta umfar - í dag, hósdagin 14.12
20.00:
LOSC Lille - KÍ (1-0)
29' Yusuf Yazici, br.
KÍ (5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg - Sivert Gussiås
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana (1-1)
Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig
2. Slovan Bratislava 10 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey tey ovastu liðini eru komin víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald