Fótbóltur

Christopher Nielsen fær ikki sáttmála í HB

Danski áleyparin hevur royndarvant og spælt venjingardyst við føroyameistarunum.

HB hevur sum skilst valt at ikki gera sáttmála við danan Christopher Nielsen (nr.13)

HB hevur sum skilst valt at ikki gera sáttmála við danan Christopher Nielsen (nr.13)

2019-02-13 12:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku frættist, at HB hevði áleypara úr Danmark til royndarvenjing

Talan var um 25 ára gamla Christopher Denius Nielsen. Áleyparin hevur spælt saman við Lassa Andersen í Kjellerup í triðbestu donsku deildini.

Bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, at tað frættist úr HB, at leikarin ikki fær sáttmála við felagið. 

Seinastu tíðina hevur Christopher vant við føroyameistarunum, og byrjaði inni í VFF Cup-dystinum á Eiði sunnudagin, har HB tapti 1-0.

placeholder
placeholder