Fríggjadagin 1. og leygardagin 2. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt. Hon er ætlað til allar barna- og ungdómsvenjarar í landinum.
Les meira: Ungdómsfótboltur á breddan
Tað er triðja árið á rað, at FSF heldur slíka ráðstevnu, og sum vanligt er koma útlendskir venjarar at geva sítt íkast:
Fótbóltssambandið boðaði fyri stuttum frá, at Antoni Ordinas vitjar ráðstevnuna í ár. Spaniólin, sum hevur verið í Noregi seinastu árini, hevur PRO licens frá spanska fótbóltssambandinum. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, bæði við ungdómi og vaksnum. Antoni hevur starvast í Noregi síðani 2013. Fyrstu árini var tað sum ungdómsvenjari og vaksnamannavenjari í Stabæk, og í ár er hann vorðin akademistjóri í Lillestrøm.
Nú er greitt, at íslendingurin Heiðar B. Torleifsson eisini luttekur. Hann skrivaði í desember undir sáttmála sum høvuðsungdómsvenjari hjá B71, og kemur eisini at vera rundanum besta liðið. Heiðar hevur drúgvar royndir sum ungdóms- og talentmennari í fleiri íslendskum feløgum – seinast hjá Breiðablik, har uppgávan var menning av teknisku venjingini og venjarunum í felagnum.
Ástøðiliga parturin verður í B36-húsinum, meðan tann praktiski parturin av ráðstevnuni verður á Tórsvølli. Talan er um eina fjølbroytta skrá, ið sæst her:
Fríggjadagin | ||
17:30 - 17:40 | Vælkomin | Pætur S. Clementsen |
18:00 - 19:00 | Døgurði í B36-húsinum |
|
19:00 - 19:45 | Decision making in pressured situations | Antoni Ordinas |
20:00 - 21:00 | Venjing á Tórsvølli | Antoni Ordinas |
|
|
|
Leygardagin |
|
|
09:00 - 09:30 | Menning av framtíðarvenjaranum | Pætur S. Clementsen |
09:30 - 10:00 | Framløga av venjingartilfari 6-9 ár | Eli Hentze |
10:15 - 11:00 | 1v1 moves and ball mastery | Heiðar B. Torleifsson |
11:15 - 12:15 | Venjing á Tórsvølli | Heiðar B. Torleifsson |
13:30 - 13:30 | Miðmáli í B36-húsinum |
|
13:30 - 14:15 | The training: From the match to the session | Antoni Ordinas |
14:45 - 15:45 | Venjing á Tórsvølli | Antoni Ordinas |
16:15 - 17:00 | Gestarøðari |
|
17:15 - 17:30 | Samanumtøka |
|
18:00 | Døgurði í FSF-húsinum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald