Tann elsti og tann yngsti sótu uttanfyri

Óli Mittún og Peter Krogh súkklaðu sum vandu teir til Tour de France, meðan hinir vandu hondbólt í fulldrøn. Aftaná fingu allir heimagjørdan “foreldra-døgurða”. Sí myndir úr EM-leguni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-02 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Landsliðsvenjingarnar eru komnar í eitt hægri gervi, nú farið er inn í tað nýggja árið. Hetta sást týðiliga á Hálsi seint seinnapartin.

Eftir javnleik í fótbóltsdystinum í upphitingini fóru vengur og strikuspælarar yvir til Peder Bredsdorff-Larsen, meðan bakspælarar vóru saman við hjálparvenjaranum Julian Johansen. Á báðum hálvum av hallargólvinum varð vant við fullari ferð: Renningar og síðani ymisk sløg av skotum, sum málverjarnir royndu at verja fyri.

Síðani hugsavnaði hópurin seg serliga um yvirtalsálop, sum helst verður eitt umráðandi vápn í Berlin.

Spælt varð síðani uppá tvey mál, har full ferð var á, og tað leikaði javnt á. Har vildi venjaratoymið, at serliga returenningarnar - tað at renna heim og verja - vóru uppá pláss.

Til seinast var nakað av málmansvenjing við Tom Jensen, ið júst er komin til landið. Aftaná fingu allir ein góðan bita í kantununi. Sum vant høvdu foreldur at spælarunum staðið fyri hesum. Tað seinasta á skránni í kvøld var upplegg frá Jens á Skipagøtu, mentalvenjara.

Av teimum 19 í føroyska EM-hópinum vóru tað bert Óli Mittún og Peter Krogh, sum ikki veriliga vandu hondbólt. Báðir beklaðu í dysti fyri síni feløg. Hetta var hvør sínumegin jól og aldursforsetin nakað verri en yngsti maðurin. Allir hópurin sæst niðast.

[object Object]Óli Mittún vandi ikki nakað serligt saman við hinum í dag, men tað er framgongd við fótinum (Mynd: Sverri Egholm) 

Fleiri myndir niðast

Tað er ivasamt, um teir spæla til venjngardystirnar móti Belgia á Hálsi fríggjakvøldið og leygarkvøldið. EM er tó ikki í vanda fyri teir øklaskaddu, sum fingu viðgerð frá Beintu Bendix. Laursen, fysioterapeuti, og síðani súkklaðu í høgari ferð í nærum hálvan tíma. Til endans skutu Óli og Peter eitt sindur.

EM-hópurin vitjar og venur í Klaksvík í morgin. Portalurin verður við har. Farið verður til Týsklands um eina viku, týsdagin 9. januar. 

Føroyski hópurin 

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Av hesum 19 vera 16 leikarar við á dómaraseðlanum til hvønn dyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder