Fótbóltur

Alexis ivasamur eftir samanstoyt við linjuverja

Kilienski leikarin verður møguliga ikki við í FA Cup dystinum ímóti Chelsea mánakvøldið.

Sanchez og annar linjuverjin rendu saman í Champions League dystinum á Old Trafford týskvøldið(Mynd: EPA)

Sanchez og annar linjuverjin rendu saman í Champions League dystinum á Old Trafford týskvøldið(Mynd: EPA)

2019-02-15 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ikki gingið so væl í hond hjá Alexis Sanchez, síðani hann skifti frá Arsenal til United fyri einum stórum ári síðani. 30-ára gamli kantspælarin hevur verið fyri nógum kritikki, og nú hevur hann fingið ein av teimum løgnu skaðunum.

Tað var ímeðan hann hitaði upp á síðulinjuni undir dystinum ímóti PSG, at Alexis Sanchez rendi saman við linjuverjan Fabiano Petti. Sanchez skuldi avloysa Jesse Lingard, ið fekk ein vøddaskaða. Kilienarin kom eisini á vøllin, men spældi ikki væl, og tað sigst, at hann var ávirkaður av snuddinum undir dystinum.

Sanchez boðaði læknaliðnum hjá United frá hesum, og nú er hann meldaður sum ivasamur, tá United vitjar Chelsea í 5. umfari í FA Cup mánadagin. Eins og Lingard, noyddist Martial út við vøddaskaða ímóti PSG, so Ole Gunnar Solskjær hevur knappliga ikki so nógv at taka av á kantplássunum.

Alexis Sanchez hevur leikt 37 dystir og skotið 5 mál fyri United. Hann verður mettur at fáa áleið 300.000 pund í løn um vikuna umframt bonus. Summi hava róð frammundir, at hann møguliga fer at skifta felag aftur skjótt, og at ein afturvendan til Arsenal er ein møguleiki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder