Fótbóltur

Finnur Justinussen: Eg havi fingið nógv tilboð

Gøtumaðurin hevur ikki tikið støðu enn hóast áhuga frá fleiri feløgum, men sigur at hann er framvegis tøkur til landsliðið, og at hann roynir at halda seg í gongd.

Finnur Justinussen spældi í fjør við Næstved, har hann var ein lyklaleikari

Finnur Justinussen spældi í fjør við Næstved, har hann var ein lyklaleikari

2019-02-15 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast í januar gjørdist greitt, at Næstved hevði sett sáttmálan hjá Finni Justinussen úr gildi. Orsøkin var als ikki, at avrikið hjá gøtumanninum ikki var nóg gott; gøtumaðurin er saman við trimum øðrum ovast á toppskjúttalistanum í 1. División – Finnur hevur skotið 11 mál fyri uppflytararnar í heyst. Finnur ynskti at koma úr sáttmálanum fyri at hava meira tíð til lesnaðin og familjuna og gavst fyribils við fótbóltinum.

Finnur Justinussen sigur við Portalin, at støðan ikki er broytt, og fótbóltsframtíðin er ikki komin uppá pláss enn:

- Eg havi ikki tikið nakra støðu viðvíkjandi fótbóltinum enn. Eg havi fingið nógv tilboð, men havi valt at raðfesta praktikkina hesar síðstu vikurnar.

29-ára gamli áleyparin lesur í løtuni til byggifrøðing, men hevur fleiri møguleikar innan fótbóltin – bæði í Danmark og aðrastaðni:

- Tað eru alt frá liðum í 1. Division niður til Københavnerserien, sum hava sett seg í samband við meg.
Tað eru talan um feløg, sum eru her á Sjællandi. Eisini hava onkrir fyrispurningar verið uttanfyri Danmark, men tað hevur ikki ført til meira.

Finnur umboðaði Føroyar í Nations League í heyst, og sigur til seinast at landsliðið er framvegis aktuelt.
Hann kann tó ikki siga, nær hann tekur eina avgerð í mun til eitt nýtt felag:

- Tað er torført at siga í løtuni. Eg royni at halda meg í gongd, og so taki eg tað, sum tað kemur. Eg eri framvegis tøkur til landsliðið, men um skal eg gera mær nakra vón um at sleppa við til komandi dystirnar, so má eg finna mær eitt felag skjótt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder