Hondbóltur

Føroyar vunnu harðan dyst – 34-29 á Hálsi

Belgia gav føroyska liðinum dyggari mótstøðu í kvøld – føroyingar sluppu veruliga at royna seg, og funnu loysnina til síðst.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-06 21:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska hondbóltslandsliðið skuldi stríðast nógv meira fyri sigurin í kvøld enn í gjárkvøldið.

Tað var heilt týðuligt, at belgiska liðið í gjárkvøldið ikki var hugað at stríðast fyri at vinna, tá teir út í seinna hálvleik ásannaðu, at teir vóru komnir ov langt afturút.

Men í kvøld var belgiski stríðsandin ein annar. Belgiarar spældu fyri at vinna dystin. Men tað eydnaðist ikki.

Hóast sterka og stóra belgiska verjan megnaði væl betri at støðga føroyska álopinum og til tíðir eisini øsa føroysku spælararnar við ógvuliga kontantum kropsligum verjuspæli, so var tað ikki nóg mikið.

Føroysku bóltsnillingarnir funnu loysnir fram og megnaðu at venda einum hóttandi tapi til ein tryggan sigur.

[object Object]

Lærdu meira í kvøld

Úrslitið gjørdist 34-29, men tað var ikki fyrr enn móti endanum av dystinum, at tað eydnaðist føroyingum at koma fram til eina trivaliga leiðslu.

Føroyingar lærdu ikki nógv av dystinum í gjárkvøldið, tí teir vórðu ikki settir undir trýst. Men tað vóru teir í kvøld, og tí má roknast við, at ungu føroysku hondbóltsspælararnir lærdu nógv meira í kvøld.

Men hetta førdi eisini við sær, at Peter Bredsdorff og Julian Johansen máttu finna heilt aðrar loysnir fram í kvøld.

[object Object]

Teir høvdu valt einans at brúka Elias í yvirtalsspæla – tað vil siga, tá valt varð at taka málmannin út í álopinum (tað varð brúkt í fyrra hálvleiki, men riggaði ikki so væl) og tá Belgia fekk mann útvístan (og teir fingu nógvar útvísingar – í fleiri førum sótu tveir á beinkinum í senn).

Tí var Elias nógv inni. Móti endanum av dystinum varð Elias eisini brúktur í vanligum 6 móti 6 spæli, og helst var tað eisini útslagsgevandi fyri at sigurin gjørdist so sannførandi.

Í staðin fyri Elias fekk Jónas Djurhuus nógva leiktíð á miðjuni í øðrum hálvleiki, og hann vísti styrki í kvøld við fleiri heilt góðum gjøgnumbrotum

Men tað vóru eisini spælarar, sum ikki fingu so nógva spælitíð í kvøld. Pauli Jacobsen kom ongantíð inn í málið. Nicholas Satchwell spældi ein fínan dyst við nógvum bjargingum í kvøld.

Ungi Ísak Vedelsbøll fekk heldur ikki nógva spælitíð. Heldur ikki Helgi Hoydal.

Teis Horn Rasmussen er fyrsta val á strikuni og hann var ein brandur í verjuni í kvøld og stríddi seg eisini fram til fleiri mál.

[object Object]

Góður stuðul frá áskoðarunum

Eitt gott upplivilsi var tað eisini at síggja, hoyra og kenna góða stuðulin, sum Føroyska liðið fekk frá áskoðarunum.

2.000 fólk passa inn í ítróttahøllina á Hálsi. Tað sigst, at yvir 5.000 føroyingar vera til staðar í Berlin í komandi viku. Spennandi verður at uppliva, hvussu góður stuðulin verður í Mercedes Benz Arena í týska høvuðsstaðnum, tá Føroyar møta Slovenia í fyrsta endaspælsdysti við føroyskari luttøku nakrantíð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder