Fótbóltur

Andras Olsen spælir ikki í 2019

Miðverjin hjá EB/Streymi hevur slitið krossbandið og skal undir skurð.

Andras Olsen, ið sæst hægst mitt í trunkanum, hevur fingið ein álvarsaman skaða, og kann ikki spæla í komandi kappingarárið(Mynd: Sverri Egholm)

Andras Olsen, ið sæst hægst mitt í trunkanum, hevur fingið ein álvarsaman skaða, og kann ikki spæla í komandi kappingarárið(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-15 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bolt.fo skrivar, at EB/Streymur hevur mist ein av sínum týðandi leikarum. 23 ára gamli Andras Ó. Olsen hevur spælt fast á besta liðnum hjá EB/Streymi síðani 2015.  Hann hevur tó verið darvaður av ymiskum skaðum, og nú er greitt at í 2019 verður Andras als ikki at síggja á vøllinum.

Orsøkin er ein álvarsamur knæskaði. Andras sigur soleiðis við bolt.fo: 

- Skaðin hendi í venjingardystinum móti HB sunnudagin, har høgra bein stóð fast í vøllinum í tí eg vendi mær. Eg føldi eitt “klikk” og hugsaði beinanvegin, at krossbandið slitnaði, tí eg havi prøvað tað fyrr í hinum knænum. Nú er ein skurðviðgerð og síðani ein uppvenjing á áleið nýggju mánaðar fyri framman. So kappingarárið 2019 er liðugt fyri meg. Eg skal longu undir skurð mánadagin.

Talan er um ein dyggur smeitur fyri EB/Streymi. Liðið hevur mist miðverjan Oddur Á. Højgaard til NSÍ, so talan verður eina ørvísi miðverju á Eiði. Árni G. Olsen er komin aftur í barndómsfelagið frá AB. Hin miðverjin í hópinum við nakað av royndum er Petur Zachariassen. 

Sambært FaroeSoccer er Andras Olsen skrásettur fyri 60 dystir og 6 mál fyri EB/Streym í fremstu deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder