Fótbóltur

NSÍ og B36 vunnu fyrstu dystirnar í Gundadali

Jann Benjaminsen gjørdist tvífaldur málskjútti ímóti EB/Streymi.

Jann Benjaminsen, her í dysti ímóti B36, skoraði tvær ferðir í sigrinum hjá NSÍ. B36 vann sín dyst á Víkingi(Mynd: Sverri Egholm)

Jann Benjaminsen, her í dysti ímóti B36, skoraði tvær ferðir í sigrinum hjá NSÍ. B36 vann sín dyst á Víkingi(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-16 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í VFF Cup er í dag á skránni í Gundadali. Mest spenningur er um dystin, sum verður klokkan 17.00 ímillum Skála og HB. Hesi liðini spæla finaluna í kappingini á Tórsvølli.

Fyrstu dystirnir fóru í gongd klokkan 11.00. EB/Streymur kom á odda í dystinum um 3. plássið. Eins og sunnudagin var tað Gestur B. Dam, ið skoraði fyri EB/Streym. NSÍ svaraði tó aftur, og Jann Benjaminsen skoraði tvær ferðir fyri runavíkingar.

B36 og Víkingur hittust fyri longu triðju ferð í ár. Heldur ikki hesuferð megnaði víkingarnir at vinna á B36, ið skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki. Harvið endar B36 nummat 7 í kappingini. 

NSÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1)

0-1 Gestur B. Dam

1-1 Jann Benjaminsen 

2-1 Jann Martin Mortensen 

3-1 Jann Benjaminsen 


B36-Víkingur 2-0 (1-0)

1-0 Benjamin Heinesen

2-0 Eli F. Nielsen 

Til ber at síggja meira um dystirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder