Óli: - Ikki eitt og hvørt lið sum heldur Noreg á 26 málum

- Tað var ein serlig løta, tá Elias setti brotskastið í netið og sjúkt at síggja so nógvar glaðar áskoðarar, sigur ungi hoyvíkingurin.- Ivaðist í um eg kundi spæla víðari eftir takklingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-14 16:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Berlin, Týskland (Portalurin) Yngsti spælarin á føroyska landsliðnum skoraði trý mál í gjár og trekti eitt reytt kort, tá 18-ára gamli hvirluvindurin úr Hoyvík enn einaferð bjóðaði sterku norsku miðverjuni av. Tann besti verjuspælarin, Petter Øverby úr THW Kiel, lyfti nærum Óla upp og slepti bara, so hann fekk ein smell.

- Visti ikki heilt hvat hendi, men ivaðist tá um eg kundi spæla víðari. Tað segði eg við Elias, men tað vildi hann ikki hoyra, og eg spældi so víðari.

Harða takklingin frá liðfelagnum hjá sytkinabarninum fekk harvið ikki Óla Mtittún av vøllinum, og hann og allir hinir túsundtals føroyingarnir kundu hava eina "sjúka" og stuttliga løtu, tá Elias Ellefsen á Skipagøtu tryggjaði Føroyum fyrsta EM-stigið í seinastu sekundunum.

[object Object]

Júst tolna yvirtalsspælið, har "Elias gjørdi okkurt", var ein lykil, staðfestir Óli, men nummar 78 stórrósar eisini verjupartinum, ið hann sjálvur so at ikki var partur av í gjár.

- Teir hava klassaspælarar, og tað er ikki ikki eitt og hvørt lið, sum heldur Noreg á 26 málum.

Sí eisini: 
Bredsdorff: - Serliga okkara verjuspæl var klassi
Satchwell: - Góð avgerð at gerast føroyingur
Sí eisini: Kjartan og Helgi hava fingið heilt nógv boð úr Noreg

[object Object]Valter Chrintz í t-shirt við "Merkinum" undir føroyska tjóðsanginum. Hann er til dagliga liðfelagi við Hákun West av Teigum, og var við Felix Møller, liðfelaga hjá Óla í Svøríki, sum Ísak Vedelsbøl skal avloysa í summar (Mynd: Sverri Egholm)

Ein liðfelagi hjá Óla Mittún í IK Sävehof, Felix Møller, stóð millum føroysku áskoðarnar. Hetta í Føroyar-blusu við nummar 71 á, tí svenski strikuspælarin er væl við gamla liðfelagan, Elias á Skipagøtu, og undir liðini á Valter Chrintz, sum eisini er svii og vísti reytt, blátt og hvítt. Chrintz er liðfelagi við Hákun West av Teigum í Füche Berlin.Teir hava verið til føroysku upphitingarnar og fóru "all-in" á áskoðaraplássunum.

Hoyr annars Óla Mittún seta orð á stóra áhugan uttanfrá og uppgávuna móti Póllandi í morgin.

Sí eisini: 
Video: Hæddarpunktini frá søguliga EM-janvleikinum

Norsku fjølmiðlarnir hegla sítt lið niður
Elias: - Renni bara móti áskoðarunum - tíbetur renna liðfelagarnir við
Allar myndirnar úr Berlin í gjárkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder