Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vilhelm Poulsen skoraði trý mál í gjár av høgra bakki, og øll vóru umráðandi.
Tað var tó serliga í verjupartinum, at 24-ára gamli hoyvíkingurin hjá Lemvig-Thyborøn Håndbold gjørdi bart. Hann spælir í bestu donsku deildini, men spælarar sum Sander Sagosen og Gøran Johannessen eru ikki at syfta. Lítillátin sum Vilhelm er, vísir hann á, at hann bert gjørdi sum fyrireikað var.
- Hugsaði ikki beinleiðis um, at tað var Sagosen frammanfyri mær, men vóru sjálvandi eyka á yvirfyri honum og Johannessen.
Hetta riggaði heilt væl. Kolstad-spælararnir fingu lítið burturúr, og størsta norska stjørnan Sander Sagosen, skoraði bert tvey mál og fekk ikki fyrsta málið fyrrenn 40 minuttir vóru spældir.
Hoyr samrøðuna omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald