Annað

Fleyr vendi 0-2 til 3-2

Liðið úr Havn er í steypafinaluni aftur, og eins og í finaluni í fjør vann Fleyr í fimm settum og eftir at hava verið aftanfyri 2-0.

Fleyr kundi fegnast eftir steypasigurin í fjør. Nú er liðið aftur í finaluni eftir sera spennandi hálvfinalu ímóti Mjølni(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Fleyr kundi fegnast eftir steypasigurin í fjør. Nú er liðið aftur í finaluni eftir sera spennandi hálvfinalu ímóti Mjølni(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

2019-02-16 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein langur flogbóltsdagur í Klaksvík er nú komin at enda. Tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini eru leiktar, og tað gjørdist talan um spennandi uppgerðir - serliga hjá kvinnum. Dagurin gjørdist longri, tí bæði SÍ - KÍF og Mjølnir - Fleyr endaðu í fimm-settarum.

Seinasta hálvfinalan gjørdist ein sannur gysari. Mjølnir hevur havt viðgongd í landskappingini í seinastuni, serliga orsakað av at Sofía Purkhús er við aftur. Sofía og Mjølnir byrjaðu eisini væl á heimavølli, og tær í ljósabláum sótu á fyrsta settinum. Fleyr var uttan Anju Danielsen, og hetta merkist fyrstu tvey settini. Tær úr Havn vóru betri við í 2. setti, ið eisini var eitt vælleikt sett. 

Fleyr hevði knívin á barkanum undan 3. setti, og har vóru tær í myrkabláum betri ígjøgnum settið. Tær leiktu sera væl, og Mjølnir fekk ikki sítt spæl heilt at koyra. Klaksvíkskvinnur reistist tó nakað í 4. setti, har tær kundu havt avgjørt tað. Fleyr megnaði tó at fáa setti heim í einum ógvuliga spennandi enda. Teir ungu leikararnir traðkaðu í karakter, og serliga Súsanna Ludvig var veruliga umráðandi fyri Fleyr í avgerandi støðunum.

Fleyr byrjaði betri í 5. og avgerandi settinum. Mjølnir kom tó frá 4-8 til 8-8, og tað var spennandi heilt fram til seinasta bólt, tá Bára Holm Jacobsen hegnisliga lobbaði Fleyr í steypafinaluna aftur. Harvið basti steypavinnararnir Mjølni á teirra heimavølli undir frálíkum umstøðum í einum sera góðum dysti frammafyri ásoðarum, ið veruliga livdu við og gjørdu karmarnar betri.

Mjølnir - Fleyr 2-3
 
25-17, 25-21, 17-25, 23-25, 12-15

SÍ spældi seg eisini í kvinnufinluna eftir ein fimm-settara. Fleyr er eisini umboðað í mansfinaluni. Eins og Mjølnir, vunnu teir úr Havn 3-1 í dag. Finalurnar verða leiktar 2. mars í Stórhøllini á Hálsi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder