Fótbóltur

Video: - Dreingirnir brúka eisini tíðina í Berlin til dystir

Ivan Fossabrúgv er ein av foreldrunum, sum hevur verið við til at skipa fyri venjingardystum hjá H71-dreingjunum her. Teir vunnu allar dystirnar um vikuskiftið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-14 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): - Dreingirnir eru fullir í orku og høvdu helst kett seg nakað millum dystirnar hjá Føroyum, um teir ikki skuldu spæla hondbólt sjálvir.

Hetta sigur Ivan Fossabrúgv, tá vit hittu hann í skúlahøll í Berlin í gjár. Hann hevur samskipa tríggjar venjingardystir hjá U14-dreingjunum hjá H71.

Teir spældu fríggjadagin, í gjár og í dag og vunnu allar. Fríggjadagin var tað móti stórfelagnum Füsche Berlin, í gjár var tað í hesari høllini, og í dag vunnu ungu hoyvíkingarnir 37-26 móti liðnum, sum er oddalið í U14-deildini í økinum.

Sí eisini: Myndir: Føroyskir sigrar í Berlin

[object Object]
H71 U14 hevur roynt seg móti trimum ymiskum feløgum í týska høvuðsstaðnum, og føroyska liðið hevur vunnið allar sínar dystir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Nógvir føroyskir fjepparar eru at síggja í Berlin hesar dagarnar - og fleiri av hesum vóru til dyst seinnapartin í gjár (Mynd: Sverri Egholm) 

Ivan Fossabrúgv greiðir frá, at hetta kom í lag eftir samband við hondbóltssambandið í Berlin. Tað var høgligt, tí so at siga allir á liðnum skuldu til týska stórbýin at hyggja eftir EM-dystunum kortini.

Samrøðan við Ivan var undir U16-dysti. Hesin árgangurin hjá H71 royndi seg eisini móti Pfeffersport, og vunnu teir 40-24. 

Tá tosaði Ivan Fossabrúgv um tað serstaka við at vera í Berlin og møguliga stóra uppliving um kvøldið.

Sí samrøðu omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder