Hondbóltur

Avgerðin um finaluplássini fellur í dag

Seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða leiktar í dag, og tað er serliga spennandi í tveimum uppgerðum.

Neistin og KÍF leiktu ein sera tættan dyst hósvkøldið í Kollafirði, og skulu í dag stríðast í 60 minuttir afturat fyri at røkka finaluni(Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin og KÍF leiktu ein sera tættan dyst hósvkøldið í Kollafirði, og skulu í dag stríðast í 60 minuttir afturat fyri at røkka finaluni(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-17 09:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð greitt hvørji lið skulu spæla í steypafinalunum hjá monnum og kvinnum í flogbólti. Í dag skal greiða fáast á, hvørji fýra lið skulu spæla finalurnar í Faxe Kondi kappingini.

Kvinnurnar leiktu fyrru hálvfinalurnar mikukvøldið og mennirnir hóskvøldið. Eftir dystirnar er tað greitt, at eitt lið er so gott sum til reiðar til finalurnar. Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu við heili 15 málum í Klaksvík við sannførandi spælið. Harafturat fekk ein av profilunum hjá Stjørnuni, Mina Lava Sirdal, beinleiðis reytt kort og hevur harvið leikbann í dag. Kyndil er harvið sera nær við triðju finaluna á rað.

Mennirnir hjá Kyndli hava eisini skapt sær eitt gott útgangsstøði. Teir grønu leiktu ein frálíkan dyst ímóti H71 á Hálsi, og steypavinnararnir taka eina seks-máls leiðslu við sær niðan til Hoyvíkar. Har skal H71 spæla upp til sítt allarbesta, og Peter Krogh skal halda fram í áleið sama stíli. Hann skeyt heili 15 mál hóskvøldið. Heimavøllurin við áskoðarunum kann gerast ein fyrimunur hjá H71, men um Kyndil spælir upp ímóti tí, sum liðið gjørdi hóskvøldið, so verður allarhelst finala á skránni komandi vikuskifti hjá teimum grønu. 

Í hinum báðum hálvfinalunum er tað ógvuliga tætt. Tó hevur VÍF hjá kvinnum og Neistin hjá monnum fyrimun við heimavølli í seinna dystinum. H71-kvinnurnar skulu vinna í Vestmanna seinnapartin. Tað hevur liðið gjørt fyrr í kappingarárinum, men loysn skal finnast, um VÍF aftur fer at mansverja Maritu Mortensen og Mariu H. Weyhe eins og í 2. hálvleiki hóskvøldið. Vestmannakvinnur hava væl fleiri royndir, men talan kann avgjørt aftur gerast um ein spennandi dyst. 

Í Stórhøllini á Hálsi er Neistin favorittur, men KÍF vísti hóskvøldið, at liðið er trupult at fást við. Hans Hans Eli Sigurbjørnsson á odda spældi KÍF ein sera góðan 2. hálvleik og kann bjóða Rasmus Søby og teimum av í dag. Neistin vann fýra finalur á rað frá 2009 til 2012, og roynir nú at koma aftur á tindin. Eins og í Kollafirði kann hetta gerast ein dystur, har tað fer heilt til seinastu løtuna, áðrenn ein avgerð fellur.


Kvinnur:
(Fyrru hálvfinalurnar)
H71 - VÍF 25-26
Stjørnan - Kyndil 19-34

14.00: VÍF - H71 
           Kyndil - Stjørnan

KÍF – Neistin 25-25
Kyndil – H71 32-26 

18.00: Neistin - KÍF
           H71 - Kyndil

Kringvarpið stroymir hálvfinalurnar á heimasíðu sínari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder