placeholder
Fótbóltur

Hallur vann ímóti sínum gamla felagi

Við ellivu ímóti tíggju vann Horsens á Vendyssel og er nú á 5. plássi í Superligaini. Hallur Hansson spældi 83 minuttir og rann 11 kilometrar.

Hallur Hansson rann mest á vøllinum í dag, tá Horsens vann 3-0 á Vendsyssel(Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson rann mest á vøllinum í dag, tá Horsens vann 3-0 á Vendsyssel(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-17 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

AC Horsens tók á middegi danska tíð ímóti uppflytarunum og einum av botnliðnum, Vendsyssel. Tað er eisini felagið, ið Hallur Hansson spældi fyri, áðrenn hann kom til Horsens.

Heimaliðið var omaná frá byrjan men hevði nakrar trupulleikar við at skapa opnar málmøguleikar. Tíggju minuttir fyri hálvleik fekk íslendarin hjá Vendsyssel, Jón Dagur Thorsteinsson, sítt seinna gula kort, og Horsens gjørdi sær dælt av hesum í 2. hálvleiki. Tvey mál innan fyrsta korterið av 2. hálvleiki og so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Verjuleikarin Mads Andersen vísti, at hann er vandamikil uppá deyðbóltar, og hann gjørdist tvífaldur málskjútti, tá hann økti til 3-0. 

Hallur Hansson spældi 83.minutir á sentrala miðvøllinum. 26-ára gamli føroyingurin hevur áður verið nýttur nógv við útgangsstøði á kantinum, men seinastu tíðina hevur hann spælt á sínum nátúrliga plássið. Hallur vísti aftur í dag, at hann hevur týðiligar dygdir og nógva orku. Landsliðsleikarin hevði runnið 11 kilometrar, tá hann varð skiftur út, og hetta var næstan ein kilometur meira, enn tann ið hevði næstflest á vøllinum. 

Horsens liggur í løtuni í væl fyri at koma í ovara bólkin til endaspælið. Liðið hjá Halli er nummar 5; 6 lið koma víðari til meistarabólkin. Næstu tveir dystirnir eru lykladystir. Tað er ímóti OB og Esbjerg, ið eru ávíkavist tvey og fýra stig aftanfyri Horsens, og sum í løtuni hava ein dyst færri. 

AC Horsens - Vendsyssel 3-0 (0-0)
1-0 54.min Mads Andersen 
2-0 58.min Oliver Drost
3-0 74.min Mads Andersen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder