Bónus-kappingin – Bólkur 1, kvinnur:
Ternan – Mjølnir 0-3 (10-25, 16-25, 19-25)
Við sigri á Ternuni hevur Mjølnir so gott sum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini. Bert í teoriini, kann tað miseydnast. Hvør mótstøðan verður í hálvfinaluni, er ikki greitt enn. Nr. 1 í hvørjum bólki spælir ímóti nr. 2 í hinum bólkinum.
Ternan stóð seg væl fyrstu løtuna av dystinum og var frammanfyri 8-7, áðrenn alt skramblaði saman, og Mjølnir vann níggju stig á rað. Ternan vann bara tvey stig aftrat í settinum, sum Mjølnir vann 25-20.
Annað sett var sum ein endurtøka av tí fyrsta. Ternan var frammanfyri 8-6, tá hol kom á, og hesa ferð vann Mjølnir átta stig á rað, og so var hetta settið mest sum avgjørt.
Í triðja setti megnaði Ternan nógv betur at fylgja við, og tað var ikki fyrr enn við støðuna 12-13, at Mjølnir sleit seg leyst og vann seg framum 18-12. Ternan minkaði nakað um munin aftur, men endin var, at Mjølnir vann 25-19.
Longu servirøðinar í fyrsta og øðrum setti áttu Amanda Niclassen og stórtalentið Nicola Toftegaard. Nicola vann eisini seinasta stigið í dystinum við einum serviessi.
Vantandi royndirnar hjá Ternuni á hægsta stigi munnu vera ein av orsøkunum til, at liðið brádliga fellur í avmakt so nógvar bóltar á rað. Millum tær fyrstu seks hjá Ternuni vóru tvær 15 ára gamlar, men aldursforsetarnir, 30 ára gomlu Luana de Celestino úr Brasil og Alexandra Kjeld, sum hevði rundan føðingardag dystardagin, togaðu kortini miðalaldurin upp á 22, sum er eitt vet hægri enn miðalaldurin á teimum fyrstu seks hjá Mjølni, sum var 20,8.
Mjølnir hevur lagt seg á odda við 6 stigum fyri tveir dystir, SÍ og Fleyr B hava ávikavist 3 og 0 stig fyri ein dyst, meðan Ternan hevur onki stig í tveimum dystum.
Sunnudagin spæla SÍ og Fleyr B
Í bólki B hava øll liðini spælt ein dyst. Dráttur og TB hava 3 stig, KÍF og Fleyr hava einki stig.
Sunnudagin spæla TB og Dráttur. Mánadagin spæla Fleyr og KÍF.
Hálvfinalurnar í Bónus-kappingini verða í Klaksvík 10. februar. Steypafinalan verður í Havn 24. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald