Fótbóltur

07 Vestur og Víkingur leggja fyri

Leikskráin er løgd, og fyrsti dysturin verður millum 07 Vestur og Víking á Dungasandi.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-23 11:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landskappingin í fremstu deildini hjá monnum er nú klár. Ársins fyrsti dystur í Betri Deildini verður á Dungasandi leygardagin 9. mars millum 07 Vestur og Víking

Leygardagin 9. mars klokkan 17 fer fótbólturin á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betri Deildini er nú klár, og lagt verður frá landi vikuskifti 9. og 10. mars.

Ársins fyrsti dystur verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti Víkingi. Sunnudagin 10. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: B68 – B36, KÍ – ÍF, Skála ÍF – EB/Streymur og HB – NSÍ.

Summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og síðani verður spælt uttan íhald – tó undantikið við tveimum landsliðssteðgum – til leygardagin 26. oktober, tá landskappingin endar. Og í síðsta umfari eru dystirnir hesir: EB/Streymur – HB, Víkingur – 07 Vestur, B36 – Skála ÍF, ÍF – KÍ og NSÍ – B68.

Øll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2024

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder