Fótbóltur

Brandur og Bjartalíð í hopla móti svenskum oddaliði

Skálvíkingurin skoraði tvey mál, sum klaksvíkingurin legði upp til, tá Fredrikstad vann 3-0 á Elfsborg í Atlantic Cup. KÍ skal spæla í altjóða venjingarkappingini seinnapartin.

Brandur Hendriksson Olsen í 0-0 dystinum í Albania í november. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska landsliðið, at 28-ára gamli miðvallarin er í góðum skørum (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen í 0-0 dystinum í Albania í november. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska landsliðið, at 28-ára gamli miðvallarin er í góðum skørum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-31 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslit í venjingardystum nýtast sjálvdan at merkja nakað serligt, men tað var ein góð byrjan uppá Atlantic Cup fyri Fredrikstad í gjár. 

Mótsstøðuliðið í Portugal var Elfsborg, sum endaði á 2. plássi í bestu svensku deildini í fjør - Malmö FF vann meistaraheitið uppá málúrttøku. 

Í steðginum í gjár var 3-0 til uppflytararnar úr Noreg, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Nýggi áleyparin, Mai Traoré, skoraði hegnisliga til 3-0 beint fyri steðgin. Hini bæði málini stóðu føroysku landsliðsspælararnir hjá Fredrkstad fyri.

Í 17. minutti fekk Jóannes Bjartalíð bóltin beint uttanfyri brotsteigin í høgru. Við "kalda høgra beinum" legði klaksvíkurin inn til Brand Hendriksson Olsen, sum við sínum høgra fóti, og umvegis eitt Elfsborg-bein, snýtti málverjan.

Var fyrra málið heldur heppið, var tað seinna heilt flott. Bjartalíð fór til stroks í vinstru, og við baklinjuna legði miðvallarin bóltin væl útfrá til Brand, ið hevði staðsett seg rætt. Úr hálvmánanum beint uttanfyri brotsteigin legði skálvíkingurin bóltin hart og sannførandi niður í longra málhornið.

Málini síggjast í greinini hjá aftonbladet.se HER

Føroysku miðvallarnir síggja út til at spæla við skerpni, og tað sama ger liðið hjá Mikkjali Thomassen, við Elisabet Vang sum fysiskum venjara, sum heild. Týsdagin skal Fredrikstad royna seg móti Real Salt Lake.

KÍ skal eisini spæla móti amerikanska liðnum skjótt. Gamla felagið hjá Mikkjali, Elisabeth og Jóannesi er eisini við í Atlantic Cup. Hetta er eitt gott høvi hjá føroyskum liði at royna seg móti øðrvísi mótsstøðu og samstundis fáa eina venjingarlegu í góðum veðri.

KÍ-hópurin fór til Portugal í gjár og skal seinnapartin í dag spæla móti Beijing Guoan úr besti kinesisku deildini. Liðið hjá Haakon Lunov skal í næstu viku royna seg móti Real Salt Lake og danska Superliga-felagnum, Silkeborg. Føroyameistararnir spæla í dag klokkan 14.30 føroyska tíð. Óvist er, hvussu er við stroyming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder