Fótbóltur

Brak í Liverpool - katalanskir favorittar í Lyon

Liverpool og Bayern í fyrru 1/8 finaluni; bæði liðini eru nakað skerd, men lagt er upp til spennandi dyst.

Bayern-leikararnir fyrireika seg á Anfield(Mynd: EPA)

Bayern-leikararnir fyrireika seg á Anfield(Mynd: EPA)

2019-02-19 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League verða leiktar í kvøld. Ein verður á Anfield, har Liverpool tekur ímóti Bayern, og Barcelona er á vitjan hjá Lyon. Eingin ivi er um, at uppgerðin ímillum liðini hjá Klopp og liðið úr Suðurtýsklandi er ímillum tær stóru í umfarinum. Dysturin í Fraklandi kann eisini gerast ógvuliga áhugaverdur, hóast Messi og co. eru greiðir favorittar at fara víðari.

Jürgen Klopp stendur aftur yvirfyri Bayern. Liðið ið hann við Dortmund kappaðist ímóti í fleiri ár. Liverpool stríðist fyri at røkka finaluni annað árið á rað, meðan Bayern skal royna at bróta kotuna; eftir tvær finalur á rað (2012, 2013) varð Bayern sligið út í hálvfinaluni trý tey næstu árini, og aftur í fjør gjørdist hálvfinalan og Real Madrid endastøðin.

Bæði liðini hava skaðar og annað at dragast við. Tað sum kann fáa størst týdning, er at Liverpool noyðist at spæla uttan Virgil Van Dijk. Hollendski miðverjin hevur verið ein av teimum allarsterkastu í Evropa hetta kappingarárið, men hann hevur leikbann í kvøld. Joe Gomez hevur verið undir skurð, og Dejan Lovren er ivasamur. Harvið skal Klopp loysa trupulleikan í verjupartinum, og hann noyðist møguliga eisini at vera Robert Firmino fyri uttan. Brasilianski áleyparin darvast við sjúku. 

Hjá Bayern eru eisini umráðandi leikarar, ið ikki eru tøkir. Jerome Boateng og Arjen Robben eru skaddir, og Thomas Müller hevur leikbann. Tað verða tó nógvir dugnaligir leikarar á vøllinum í kvøld. Tað kann gerast eitt stórt evropeiskt kvøld á Anfied, og venjarin hjá Liverpool staðfesti, at heimavøllurin kann geva sínum liðið nøkur eyka prosent. Útgangsstøði kann fáa nógv at siga. 

Lyon vann fyri stuttum á PSG í Ligue 1, og í Champions League-bólkaspælinum vann franska liðið 2-1 á útivølli ímóti Manchester City og fekk 1-1 á heimavølli. Harvið hevur Lyon víst, at liðið kann standa seg ímóti teimum heilt stóru, men ímóti Barcelona í kvøld er tað uttan leikbannaða Nabil Fekir, at Lyon skal royna at yvirraska. Barcelona er oddalið í La Liga, og eftir nøkur skuffandi ár í Champions League vil katalanska liðið nú røkka finaluni. Barca vann seinast kappingina í 2015. 

Champions League áttandapartsfinalur:

Liverpool – Bayern München (TV3 +/Viaplay)
Lyon – FC Barcelona (TV3 Sport +/Viaplay)
(Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00) 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder