placeholder
Hondbóltur

Heili 53 U8 lið til kapping í Havn

U8-kapping var í Stórhøllini í vikuskiftinum, har 13 ymisk feløg vóru umboðaði.

26 gentulið og 27 dreingjalið spældu í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum, tá U8 kapping var á skránni(Mynd: HSF)

26 gentulið og 27 dreingjalið spældu í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum, tá U8 kapping var á skránni(Mynd: HSF)

2019-02-19 19:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at um vikuskiftið kappaðust okkara allar yngstu hondbóltsleikarar, tá skipað var fyri U8-kapping í Høllini á Hálsi í Havn. 

Talan er um størsta luttakaratal nakrantíð til eina U8-kapping.Ikki færri er 53 lið úr 13 ymiskum feløgum tóku lut. Tað vóru 27 dreingjalið og 26 gentulið.

HSF skrivar, at kappingin eydnaðist væl. 

Seks U8-kappingar eru gjøgnum kappingarárið. Sætta og síðsta kappingingin í kappingarárið verður leikt á Eiði og Skála tann 16. mars.

Sí myndir av øllum liðunum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder