Fótbóltur

Málleyst Evropa

Tað var ikki topp-undirhald í Champions League í kvøld, men talan var um áhugaverdar uppgerðir, og alt er opið undan seinnu dystunum í Munchen og Barcelona.

Liverppol og Bayern stríddist í einum tøttum og hørðum dysti(Mynd: EPA)

Liverppol og Bayern stríddist í einum tøttum og hørðum dysti(Mynd: EPA)

2019-02-19 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League vórðu leiktar í kvøld. Lagt varð upp til spennandi uppgerðir í Liverpool og Lyon. Tað gjørdist tó ikki talan um nakað festfýrvekarí, men heldur, sum talan ofta er um í fyrra dystinum í knock-out dystunum, um taktiskar uppgerðir. 

Bayern var á Anfield. Har leiktu stórfeløgini ein inntensan dyst, sum var meira merktur av hørðum arbeiði, nærdystum og taktikki enn flótandi spæli. Liverpool royndi meira, men hóast góðar taktir til tíðir, tá Salah og co. fingu nakað av plássi, so skapti heimaliðið ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki var heimaliðið greitt omaná, Liverpool søkti nógv at, men Bayern stóð ímóti.

Týska liðið kom við einari ætlan, ið eydnaðist væl. Tað ið manglaði var eitt útivallarmál, men Lewandowski og co. fingu ikki heilt hótt málið hjá Allison, hóast Van Dijk og aðrir verjuleikarar hjá Liverpool vóru úti. Bayern manglaði eisini nakrar týðandi leikrar, men fekk eitt gott úrslit við sær heim. Liverpool fekk ikki útnytta heimavøllin heilt; tað tættasta í 2. hálvleki var ein góð roynd frá Mané fimm minuttir fyri tíð. Nú skulu Klopp og hansara menn til Týsklands fyri at royna at skora.

Lyon hevur argað PSG í heimligu deildini og Manchester City í Champions League. Í kvøld megnaði franska liðið at fáa ein javnleik ímóti Barcelona og Messi og co frá at skora eitt útivallarmál. Barcelona var annars omaná í spælinum og hevði væl fleiri skotroyndir. Lyon kann leggja trýst á Barca við at skora á Camp Nou í seinna dystinum, og tá er Nabil Fekir eisini við aftur; liðformaðurin hevði leikbann í kvøld.

[object Object]
(Lyon helt Messi og co frá at skora í Fraklandi í kvøld - Mynd: EPA)

Liverpool – Bayern München 0-0
Lyon – FC Barcelona 0-0

Í morgin: 
Atletico Madrid - Juventus 0-0
Schalke 04 - Manchester City 0-0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder