Fótbóltur

Føroyar eru seedaðar niðast

Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum verður í morgin.

Føroyska landsliðið royndi seg í seinastu undankapping ímóti millum annað Týsklandi(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska landsliðið royndi seg í seinastu undankapping ímóti millum annað Týsklandi(Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 07:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal í heyst í gongd við enn eina undankapping. Talan er um EM-undankapping til endaspælið í 2021, ið verður leikt í Onglandi.

48 lond, sum er tað hægsta talið av londum nakrantíð, skulu stríðast um 15 pláss. Liðini eru í fimm seedingsbólkum. Í tí hægsta eru Holland, ið vann EM seinast, og øll hini londini ið hava spælt seg til HM-endaspælið, ið verður seinni í ár.

Føroyar eru í niðasta bólkinum. Har eru millum annað eisini Kýpros og Kosovo, ið eru við til undankapping fyri fyrstu ferð á hægsta stigi. Í bólkinum omanfyri er millum annað Turkaland, ið Føroyar vunnu á í 2017. Tað verða gjørdir 9 bólkar; 7 við fimm liðum og 2 við seks liðum.

Seedingsbólkarnir: 
1: Frakland, Týskland, Holland, Spania, Svøríki, Norra, Sveis, Skotland, Italia

2: Eysturríki, Danmark, Ísland, Belgia, Russland, Wales, Ukraina, Finnland, Kekkia

3: Portugal, Írland, Pólland, Rumenia, Serbia, Slovenia, Ungarn, Bosnia, Hvítarussland

4: Turkaland, Slovakia, Kroatia, Norður Írland, Grikkaland, Ísrael, Kasakhstan, Albania, Moldova

5: Føroyar, Malta, Makedónia, Estland, Montenegro, Georgia, Lettland, Litava, Aserbadjan, Kýpros, Kosovo


Lutakstið verður í morgin klokkan 12.30, og kann síggjast á heimasíðuni hjá UEFA.

Fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum í ár verða 7. og 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Litava. Tað er nú John Petersen, ið stjórnar føroyska liðnum. Liðið hevur havt venjing í vikuskiftinum - talan var um fótbóltsvenjing og styrkisvenjing. Hesar vórðu innkallaðar:

Jóna Nicolajsen, B36

Sarita Mittfoss, B36


Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála

Rakul Magnussen, EBS/Skála

 

Rebekka Benbakoura, HB

Jónvá Hentze, HB

Nadja Johannesen, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Elin Maria Isaksen, HB

Ása á Reynatúgvu, HB

Heidi Sevdal, HB

 

Hanna Højgaard, ÍF/Víkingur/B68

Marta Thomsen, ÍF/Víkingur/B68

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Birita B. Nielsen, ÍF/Víkingur/B68

Hjørdis Nesá, ÍF/Víkingur/B68

 

Eyðvør Klakstein, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Tórunn H. Joensen, KÍ

Rannvá B. Andreasen, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder