Fótbóltur

Í kvøld fellur avgerðin um føroyska heystið

Føroyar fáa trý mótstøðulið til Nations League 2024. Lutakastið byrjar klokkan 17, og til ber at fylgja við hjá UEFA og á Portalinum.

Føroyar kunnu millum annað fáa Luksemborg í lutakastinum - tað er liðið, sum vann 1-0 á Tórsvølli í seinastu Nations League í dysti, har Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen fingu reytt kort (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar kunnu millum annað fáa Luksemborg í lutakastinum - tað er liðið, sum vann 1-0 á Tórsvølli í seinastu Nations League í dysti, har Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen fingu reytt kort (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-08 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í kvøld verður verður avgjørt, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal møta í komandi Nations League kapping. Føroyar eru í styrkisbólki 2 í deild C, har tey 16 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar.

Styrkisbólkur 1: Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg.

Styrkisbólkur 2:  Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria

Styrkisbólkur 3: Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros

Styrkisbólkur 4: Belarus, Litava/Gibraltar *, Estland og Lettland.

* Um tað verður Litava ella Gibraltar, sum endar her, verður avgjørt í mars, tá play-off dystir í núverandi Nations League eru spældir. Annað liðið - taparin av dystunum millum londini - skal spæla niðri í Deild D.

Styrkisbólkarnir eru gjørdir eftir seinastu úrslitunum í júst Nations League. Føroyar vóru eisini í deild C í 2022 og fingu átta stig í seks dystum. Liðið hjá Håkani Ericson var ikki heilt langt frá 2. plássinum í bólkinum, sum hevði verið nóg mikið til at spælt play-off dystir um at koma til EM-endaspælið seinni í ár.

Hetta skal Luksemborg ístaðin í næsta mánaða. Júst Luksemborg er eitt av liðunum í ovasta styrkisbólkinum. Ítróttarliga hevði tað helst verið best hjá Føroyum at fingið Luksemborg ella Armenia úr ovasta styrkislagi. Svøríki og Rumenia eru á nakað hægri stigi, men serliga Svøríki hevði eisini verið ein spennandi uppgáva. Skandinaviska liðið hevur havt nøkur niðurgonguár, og tað er heimlandið hjá Håkani Ericson.

Viljormur Davidsen peikaði á eisini júst Svøríki sum ynskimótsstøðulið úr potti 1 í gjárkvøldið. Royndi vinstri bakkurin á landsliðnum vil helst eisini hava Kýpros úr bólki 3, og tað er uttan ivi tann besti møguleikin á pappírinum: Kýpros fekk einki stig í farnu EM-undankapping og hevði málúrttøku á -25. Norðurírland hevur eisini havt eina niðurgongd, men hóskar helst ikki líka væl til Føroyar.

Úr niðasta bólkinum skulu Føroyar helst sleppa undan Belarus (Hvítarusslandi), sum er nakað betri enn baltisku londini. Har er ikki so stórur munur á teimum trimum. Føroyar vunnu á Litava í seinastu Nations League - og spældu javnt úti - og Litava/Gibraltar er ein møguleiki, sum Viljormur eisini nevndi.

Ynskisbólkurin hjá Viljormi: Svøríki, Kýpros og Litava/Gibraltar

Marrubólkurin hjá Viljormi
: Rumenia, Slovakia og Hvítarussland

Sí eisini: Viljormur ynskir sær millum annað Svøríki

Lutakastið byrjar klokkan 17, og til ber at fylgja við hjá UEFA og á Portalinum. Ein leinkja veður løgd út á uefa.com, sum vit eisini leggja út stutt áðrenn lutakastið. Ein beinleiðis bloggur verður eisini á Portalinum beint undan og undir sjálvum lutakastinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder