Hondbóltur

Atgongumerkjasølan er farin í gongd

Nú ber til at keypa atgongumerki til dystirnar í Royal Arena 13. apríl, har bæði Føroyar og Danmark skulu í eldin.

Møguleiki er fyri at stuðla Kjartan Johansen og hinum føroyingunum og uppliva Mikkel Hansen og co. leygardagin 13. februar í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Møguleiki er fyri at stuðla Kjartan Johansen og hinum føroyingunum og uppliva Mikkel Hansen og co. leygardagin 13. februar í Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í morgun byrjaði atgongumerkjasølan til landsdystirnar leygardagin 13. apríl í Royal Arena í Keypmannahavn.

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi umfar í EM-undankappingini, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

Hondbóltssamband Føroyar heitir á fólk, um at koma at stuðla føroysku stríðsmonnunum og uppliva donsku heimsmeistararnar, og harvið koma við til eina hondbóltsveitslu. Harafturat mælir HSF føroyingum til at keypa atgongumerki í økinum, sum er frámerkt “forbeholdt færøske fans”.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

Eitt atgongumerki er fyri báðar dystirnar. Til ber at keypa her

 

placeholder
placeholder