Fótbóltur

Ronaldo aftur í Madrid

Seinastu fýra liðini skulu í kvøld í eldin í áttandapartsfinalunum.

Ronaldo skal ganga á odda fyri Juventus í spanska høvuðsstaðnum í kvøld. Her kanna hann og liðfelagirnir leikvøllin á Wanda Metropolitano(Mynd: EPA

Ronaldo skal ganga á odda fyri Juventus í spanska høvuðsstaðnum í kvøld. Her kanna hann og liðfelagirnir leikvøllin á Wanda Metropolitano(Mynd: EPA

2019-02-20 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið endaði tað málleyst í báðum dystunum. Liverpool, Bayern, Barcelona og Lyon megnaðu ikki at skora, og tí er alt opið undan seinnu áttndapartsfinalunum.

Í kvøld skulu Atletico Mardrid, Juventus, Schalke 04 og Manchester City spæla fyrru uppgerðirnar. Lagt er upp til ógvuliga spennandi og tættan dyst í Madrid, meðan City er greiður favorittur í vestara parti av Týsklandi.

Fyri Cristiano Ronaldo er tað ein afturvendan til spanska høvuðsstaðin, har hann í árunum 2009-2018 spældi fyri nábúgvan og arvafíggindan hjá Atletico, Real Madrid. 34-ára gamli portugisin hevur verið við at vunnið steypið fyri Real Madrid seinastu trý árini. Har hevur Ronaldo spælt ein stóran leiklut, og nú vil hann royna at føra Juventus til finaluna. Italienska stórfelagið var í finaluni í 2015 og 2017, har ávíkavist Real og Barcelona vóru omaná. Liðið er sterkt, og tað eru aðrir týðandi leikarar enn Ronaldo.

Atletico Madrid tapti finaluna ímóti Cristiano Ronaldo og Real Madrid í 2014 og 2016. Diego Simeone longdi sáttmálan við Atletico í seinastu viku , og teir skulu stríðast ímóti Juventus um pláss í kvartfinaluni. Í fjør vann Atletico Europa League finaluna, men í ár sikta teir eftir at koma langt í Champions League. Fyri liðið úr Madrid er tað umráðandi at fáa gott útgangspunkt við til Torino eftir uppgerðina á Wanda Metropolitano.

Pep Guardiola er aftur í Týsklandi. Í trý ár stóð hann á odda fyri Bayern München, ið sat á Bundesligaini. Í løtuni stríðist hansara lið ein tættan dyst við Liverpool, og eisini Tottenham, um enska meistarheiti. City vil eisini gjarna fáa góð úrslit í evropeiskum fótbólti, og Schalke skal fyrst setast til viks, fyri at hetta skal gerast veruleiki. City hevur viðgongd í løtuni, og Schalke skal gera ógvuliga nógv fyri at koma víðari.

Atletico Madrid - Juventus (TV3+/Viaplay)
Schalke 04 - Manchester City (TV3 Sport/Viaplay)
(Báðir byrja klokkan 20.00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder