Fótbóltur

Jóhanna Fossdalsá úttikin til danska A-landsliðið

Er úttikin til hópin, sum skal spæla venjingardyst móti Eysturríki 28. februar.

2024-02-15 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað sær út til, at føroyski fótbóltsleikarin, Jóhanna Fossdalsá, nú definitivt er mist fyri føroyska A-landsliðið.

Jóhanna Fossdalsá, sum spælir við svenska BK Häcken og veruliga hevur gjørt vart við seg í Champions League kappingini í ár, er nú úttikin til bruttohópin til danska A-landsliðið.

Danski landsliðsvenjarin hjá kvinnunum, Andrée Jeglertz, kunngjørdi í dag hópin, til ein venjingardyst móti Eysturríki seinast í mánaðinum.

Og millum tveir leikarar, sum kunnu fáa sín fyrsta A-landsdyst her, er føroyska Jóhanns Fossdalsá.

- Hon hevur klárað seg fantastiska væl eftir at hon flutti til Häcken. Hon hevur nógvar eginleikar, sum vit hava brúk fyri á okkara miðvølli, sigur landsliðsvenjarin í sambandi við úttøkuna av Jóhonnu.

Danska kvinnulandsliðið kemur saman til venjingarlegu í Marabella í Spania til at fyrireika seg til komandi EM-undandystir. Venjingardysturin móti Eysturríki verður 28. februar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder